Altjóða floghavnin í Berlin er stongd

Orsøkin er vetrarveðrið, sum eitt nú gevur ólag í flogferðsluni við ísi á flogbreytunum

Reuters veit at siga, at ísur á flogbreytunum í altjóða floghavnini í Berlin ger, at myndugleikarnir síggja seg noyddar at steingja floghavnina.

 

Tíðliga í morgun var ikki greitt, nær flogferðslan væntandi kundi takast uppaftur.

 

Heitt verður tí á ferðafólk, sum ætla sær til og frá flogvøllinum í Berlin, um at venda sær til flogfelagið, áðrenn farið verður á flogvøllin.

 

Eisini í gjár sóu myndugleikarnir seg noyddar at steingja floghavnina í Berlin partar av degnum. Tá varð sagt, at kavi og regn frystu til ís á flogbreytunum.

Í gjár varð eisini týski býurin Stuttgart í útsynningspartinum av Týsklandi raktur av streymsliti.

 

Ógreitt var, hví streymurin fór, og ein avleiðing av streymslitinum var, at ferðsluljós í býnum virkaðu ikki.