Abbadóttir kenda føroyska majorin í norska frelsunnarherinum, Njál Mackay Djurhuus, sála, Silje Nygaard Djurhuus fer komandi kappingarárið at spæla í bestu norsku fótbóltsdeildini, ið er eitt rættiliga høgt støðið í evropeiskum kvinnufótbólti.
Fyri stuttum var kunngjørt, at Silje Nygaard Djurhuus fer at spæla við Lyn Oslo. Kappingarárið í Toppserien, ið tey nevna bestu kvinnudeildina byrjar 21. mars.
Silje Nygaard Djurhuus hevur áður spælt við Vaalerenga.
20 ára gamla Silje Nygaard Djurhuus, ið er álopsleikari er 50 prosent føroyingur, og kann tí í prinsippinum spæla við føroyska kvinnulandsliðnum. Omman, Erna - kona Njál - var eisini føroyingar.
Ein leikari, ið spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini átti alt annað líka at verið ein styrkur hjá landsliðnum. Enn er tó einki avgerandi hent í hesum málinum.











