Tíðindaskriv:
Í hesum døgum spælir føroyska badmintonlandsliðið altjóða kapping - Iceland International - í Reykjavík.
Føroysku leikararnir, sum eru 11 í tali, skulu luttaka í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.
Byrjað verður hósdagin við undanumfarinum(qualifying). Okkara spæla tá einmansleik hjá kvinnum og monnum. Fríggjadagin byrjar høvuðsumfarið(main draw). Tá verður tvímansleikur og blandaður tvímansleikur eisini spældir.
Allir okkara tilmeldaðu leikarar eru komin inn í kappingina. Tað er nevniliga ikki ein sjálvfylgja, tá ið leikararnir verða meldaði til - serliga, tá ið tað er fyrstu ferð ein luttekur.
Leikarar runt alla verðina taka lut í kappingini í Íslandi. Tilsamans frá 38 londum.
Hetta er ein sokallað Future series, har leikarar, sum eru á veg upp eftir ranglistanum, eru við.
Tey savna saman stig, so at tey lættari kunnu sleppa inn í aðrar kappingar, sum eru á einum enn hægri stigi.
Føroysku leikararnir eru seinastu árini farin at luttaka meira í hesum kappingunum, ið eru á altjóða stigi, og tað er forkvinnan í Badmintonsambandinum, Katrin Jacobsen, fegin um. Hon sigur: ”Tað er gleðiligt at síggja, at alt fleiri badmintonleikarar luttaka í kappingum á altjóða stigi. Hetta er eitt tekin upp á, at badminton í Føroyum er í góðari menning.”











