Tað er skrivstovan hjá landsstýrisformanninum, Jens-Frederik Nielsen, sum boðar frá hesum í kvøld, og tað er Ritzau, sum endurgevur.
Amerikanski forsetin kunngjørdi eftir ein fund í dag við Nato-aðalskrivaran, Mark Rutte, at ein rammuavtala er gjørd viðvíkjandi Grønlandi.
Donald Trump sigur, at USA nú skal inn í samráðingar, sum skulu leiðast av varaforseta hansara, J.D. Vance og uttanríkisráðharranum, Marco Rubio.
Tað er ógreitt, um Danmark ella Grønland hava verið partur av tilgongdini, sum Donald Trump umrøður í dag.
Fyrr í kvøld hevði Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, heldur ikki gjørt viðmerkingar til útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum.
Tað er eisini ógreitt, hvat rammuavtalan, sum forsetin sipar til, snýr seg um, skrivar tíðindastovan NTB í kvøld.











