Álvarslig arbeiðsvanlukka í Havn

Ein maður datt 7-8 metrar niður á betonggólv

Ein maður er fluttur á Landssjúkrahúsið í morgun eftir eina álvarsliga arbeiðsvanlukku Í Havn

 

Teir vóru í ferð við at skifta tak á einum ídnaðarbygningi, tá ið maðurin fór niður ígjøgnum og datt 7-8 metrar niður á betonggólv.

 

Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið alt fyri eitt.

Løgreglan sigur, at talan er um eina álvarsliga vanlukku,men akkurát, hvussu støðan er, vita tey ikki.

 

Arbeiðseftirlitið er boðsent og kannar nú umstøðurnar at vita um øll viðurskifti vóru, sum tey eiga at vera.