- Tað er altíð gott at fáa eitt slíkt herðaklapp. Men vit ætla ikki at gevast fyri tað og seta okkum at slappa av, sigur Gunnbjørn.
Hann situr á skrivstovu síni í morgun og hevur úr at gera. Telefonin ringir í heilum, tí fólk vilja ynskja teimum á fyritøkuni tillukku við heiðrinum sum ársins virki í ár. Hetta er eitt greitt tekin um, at onnur eisini vita av og fegnast um arbeiðið teirra.
- Hetta er sum at gerast Føroyameistarar. Tað næsta má væl verða tað at vit gerast Heimsmeistarar, sigur Gunnbjørn við einum smíli.
Her í morgun á skrivstovuni í Hósvík er einki sum bendir á, at teir ætla at seta seg hendir í favn og bara látast sum einki.
- Tað gevur sjálvandi íblástur at fáa ein slíkan heiður. Hetta er haraftrat ein góð og ókeypis reklama fyri fyritøkuna.
- Hetta førir tí vónandi við sær, at vit fáa enn meiri vind í seglini, sigur hann.
Heimsumfatandi
Við 450 fólkum í starvi og við 22 skipum sum sigla á mongum av heimsins høvum er her talan um eina heimsumfatandi fyritøku. Men slíkt kemur ikki av ongum.
- Styrki okkara er at vit eru álítandi, hava góð fólk rundan um okkum, og sum eru sett at gera tað, sum tey sjálvi eru allarbest til.
- Vit hava somuleiðis royndir á økinum, og kunnu tí taka skjótar avgerðir, tá tað krevst, sigur Gunnbjørn.
Heiðurin sum teimum varð sýndur á Vinnudegnum ger bara framtíðina hjá virkinum enn meiri spennandi.