Amager á føroyskar hendur

Fremad Amager í donsku 1. deild fær eftir øllum at døma føroyskan eigara. Tað er sannlíkt, at Todi Jónsson saman við øðrum skal keypa partabrøvini í felagnum, har hann møguliga eisini skal spæla. Sjálvur vil Todi als ikki gera viðmerkingar til tosið

Fótbóltur

Danska Fremad Amager hevur í morgun kalla inn til eykaaðalfund. Tað hevur í eina tíð ljóða, at Todi Jónsson saman við øðrum íleggjarum hevur roynt at keypt seg inn í felagið, og dagsskráin til fundin váttar, at nakað er um tosið. Tey bæði málini, sum standa á skránni, eru í fyrsta lagi ein kapitallækkan og í øðrum lagi kapitalhækkan.

Kapitalur og spælari
Tað í sjálvum sær ger nú ikki Toda Jónsson til eigara av felagnum, men aðrir lutir undirbyggja eisini sannlíkindini fyri tíðindunum.
Føroyski áleyparin hevur enn til góðar at finna sær nýtt felag, og sjálvur hevur hann alla tíðina sagt, at hann avgjørt roknar við at halda fram við fótbóltinum. Og at hetta verður í einum felag í donsku 1. deild í høvuðsstaðarøkinum.
Útmeldingarnar frá Fremad Amager kring ársskiftið vóru sum so eisini greiðar:
»Nevndin metir tað vera neyðugt at styrkja um kapitalgrundarlagið. Eisini so spælarahópurin kann styrkjast. Ein røð av positivum forhandlingum hava verið við møguligar íleggjarar, og vit rokna við, at ein hækkan av partapeninginum verður framd, áðrenn februar mánaður er runnin.
Samstundis ætla vit at almannakunngera navnið á einum topp-spælara, sum fer at at styrkja spælarahópin, áðrenn seinna helvt av kappingarárinum byrjar.«

Vindeygað er stongt
Tá tosað verður um, at felagið skal fáa tilgongd av einum toppspælara, eru møguleikarnir ógvuliga avmarkaðir. Danska transfer vindeygað er nevnliga stongt, og tí er neyðugt, at talan er um spælara, sum ikki er knýttur at nøkrum felag. Tær treytirnar lýkur Todi, sum altso ætlar at halda fram við fótbóltinum.
Sosialurin hevur tosað við Toda Jónsson, men hann vil als ikki gera viðmerkingar til tíðindini.