Amanda lastar gamalt jarn

Í gjár var danska farmaskipið Amanda inni á Sundi og lastaði gamalt jarn frá Brennistøðini á Hjalla. Skipið er skrásett í Marstal í Danmmark.



Amanda lastar 1.200 tons og fer fullfermd avstað aftur. Á Brennistøðini siga tey, at upprudding av gomlum jarni, sum fer av landinum, er umleið 5 ferðir um árið.
 
Skipið, sum liggur inni á Sundi er gjørt soleiðis, at mastrarnar kunnu leggjast niður og stýrihúsið kann lorast niður, soleiðis, at skipið sleppur undir brúgvarnar í Danmark, har tað siglir nógv.
 
Umboð fyri skipið er North-West Chartering Sp/f, við Jógvan Rasmussen í Havn. Jógvan sigur í stuttari viðmerking, at gamla jarnið fer antin til Danmarkar, Svøríkis, Týskland ella til Polen, tað er ikki heilt avgjørt enn.