Amariel í Focus og Philippe í Smiðjuni

Hósdagin og fríggjadagin lata tvær málningaframsýningar upp at kalla lið um lið, onnur í Smiðjuni í Lítluvík og hin á Galerie Focus. Hósdagin er tað Philippe Carré, sum letur upp framsýningina ?Smiðjan? í Smiðjuni í Lítluvík.

Á framsýningini eru tvær myndarøðir. Tann eina eru prent-klipp, har myndevnini eru ymsar bygdir í Føroyum. Tøknin í hesum myndunum er rættiliga serstakt, eitt bland av brotum av linoleumsprenti, klippi og akrylmáling á grovt lørift.

Hin røðin eru støð í Havnini, har støðini eru nýtt sum ein pallseting fyri vísa tað serstaka og lívi á staðnum.

Tøknin nýtt í hesi aðru røðini er eitt samanspæl millum tekning, pappírsklipp og litseting við tusj, akryl og vatnlitum.

Framsýningin er opin frá hósdegnum 24. februar, klokkan 15, men almenna ferniseringin er klokkan 17 og tá spæla Hvonn.

Annars er framsýningin opin til 1. mars.

Fríggjadagin klokkan 16 er tað so Amariel Norðoy, sum letur framsýning upp í Galerie Focus.

Afturvendandi myndevnini hjá honum eru Skiftandi ljósið, báturin og útróðrarbørn, flestu myndirnar eru íblástur frá uppvøkstrinum.

Framsýningin verður opin týsdag til leygardag fríggjadag til 10. mars.