Listaframsýning
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Har verða 20 nýggir og einstakir eldri málningar og hevur listamaðurin valt at kalla hesa sína framsýning á 60 ára føðingardegnum "Útróðrarbørn", eitt heiti, sum nettupp lýsir og er reyði tráðurin í málningalistini hjá hesum dámliga og positiva listamanni. Tað er serstakliga motorbáturin "Norðan", sum varð bygdur í 1919 í Rættará og sum varð partur av uppvøkstrinum hjá listamanninum, ið gongur aftur í málningunum, ið verða vístir fram føðingardagin. Amariel heldur fram við at mála bláu litirnar eisini á 60 ára degnum. Motorbáturin og blái tónin eru afturvendandi í listini hjá Amariel.
Hann hevur ikki talið á øllum framsýningunum hann hevur hildið hesi 60 árini. Men tað er høgt. Fyrsta framsýningin varð á Norðoyarstevnu í 1967. Í meira enn 30 ár hevur Amariel víst fram málningar sínum á framsýningum í Føroyum og í Danmark, oftani einsamallur og oftani saman við øðrum.
Í sambandi við at Amariel fyllur 60 ár leygardagin er almenn móttøka í Lambagerði 1 frá klokkan 10 til 14. Aftaná er so fernisering í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20. Hon er opin frá kl. 16 til 18.