Amariel Norðoy í Galerie Focus

Í morgin kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Havn

Olivur við Neyst hevur teknað Amariel Norðoy.

Fríggjadagin 29. september kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoyupp í Galerie Focus í Lambagerði 1 (Flatnagerði 6) í Havn. Galerie Focus er nú í hølunum sum Amariel, sali, hevði sítt atelier.

 

Framsýningin er opin til 13. september: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

 

Amariel Norðoy var málari og grafikari. Útbúgvin skipasmiður, lært á Det Kongelige Danske Kunstakademi, Kbh. 1977-83, Grafisk skeið, Finland, 1984.

 

Hann hevur sýnt fram í m.a. Norðurlondum, Týsklandi, USA og Baltisku londunum.

 

 

 

Olivur við Neyst hevur teknað Amariel Norðoy.