Leygardagin letur framsýning við listamálaranum Amariel Norðoy í Leikalúnd í Klaksvík.
– Tað er eyðsýnt, at tað myndlistaliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann, sum ein av teimum mest viðkomandi í føroyskari nútíðarmyndlist, ektaður - eldhugaður og kærleikin til ta føroysku náttúruna tryggjar útstrálingsmegina í hansara myndum. Evnini til endurnýggjan sæst týðuliga á hesari framsýningini, skriva fyrireikararnir um framsýningina.
Heitið á framsýningini er: »Útróðrarbørn, lívsins sálmar«. Amariel Norðoy sigur, at tá ið hann vaks upp, snúði stórur partur av tilveruni seg heima hjá teimum um deksbátin, »Norðan«, og at báturin gjørdist tekin um samanhald. At tú so at siga gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt.
Vinmaðurin, tónleikarin og tónasmiðjurin, Holgar Jacobsen fer at undirhalda við gittara og sangi, og hansara nýggjasta fløga verður løgd fram.
Framsýningin er opin til 20. desember: Leikalund er opið: mánadag til fríggjadag kl. 13 til 17.30.