Amariel rundar 65 við framsýning

- Um eg ikki máli við hondunum, so máli eg í høvdinum, sigur listamaðurin Amariel Norðoy, sum í dag fyllir 65 ár. Dagurin verður hildin við nýggjari framsýning. - Tað kennist gott at blíva 65 ár, og eg kenni meg framvegis ungan ? sum eg altíð havi følt meg, sigur Amariel Norðoy.

Hann letur upp nýggja framsýning í dag, og hóast hann er blivin 65 er hann fullur av orku, og hann ætlar sær at halda fram við listarliga arbeiðnum, sum fyllir so nógv í hansara lívi.

- Mítt lív er blivið soleiðis, at eg máli altíð. Eg liggi í songini og máli. Um eg ikki máli við hondunum, so máli eg í høvdinum. Eg fari tíðliga upp, kanska klokkan fýra um morgunin, og so fari eg í holt við okkurt, sum liggur í høvdinum, sigur Amariel Norðoy.

Framsýningin í sambandi við 65 ára dagin letur upp í Focus í dag kl. 16.00.