Lord of the Rings fjepparar kunnu so smátt fara at gleða seg, tí eftir ætlan verður meira at síggja til Lord of the Rings á sjónvarpsskíggja í 2021.
Amazon keypti rættindini til Lord of the Rings fyri 250 mió. dollarar í 2017, og sum skilst var krav lagt aftrat søluni, at farið skuldi verið undir at filma nýggja sjónvarpsrøð innan tvey ár.
Hetta merkir við øðrum orðum, at Amazon er farið undir at filma røðina.
Upprunaliga varð hildið, at Amazon fór at geva søguna um Lord of the Rings út í nýggjum hami, hesaferð bert á sjónvarpsskíggja. Tað er nú greitt, at søgan í nýggju røðini fer ikki at fylgja Bilbo, Frodo, Aragon, Gimli ella Legolas, tí søgugongdin gongur fyri seg fleiri túsund ár, áðrenn Frodo fer heimanifrá at tveita ringin í dómadagsfjallið.
Amazon fekk ikki rættindi at gera meira burturúr upprunasøguni hjá J.R.R.Tolkien, og tí fer nýggja søgugongdin at ganga fyri seg í sokallaðu 2. øld í Miðgarði. Ríkiligt at søgutíð er at snikka søguna saman burturúr, tí miðøld vardi sambært Tolkien í yvir 3.000 ár.
Sambært Hollywood Reporter er fíggjarætlanin til nýggju røðina yvir 1 mia. dollarar, munandi meira enn teir 281 mió. dollararnar, ið tað kostaði at gera Lord of the Rings filmarnar fyri skjótt 20 árum síðani.
Eftir ætlan vera í minsta lagi fimm sesongir í nýggju røðini.