Ambætari køvdur í royki

Sambært Fólka­heils­u­ráð­num, so gong­ur væl at fáa fólk at leggja av at roykja við at senda teimum sjálv­virk­andi sms­'­ar.

So væl hevur hetta virkað, at 1.130 fólk hava teknað seg til hes­ar sms'ar, og tað er í meira lagi.
Í øllum førum hava hesir royk­sveiptu sms'­ar køvd am­bæta­ran hjá Fólka­heil­s­u­ráð­num, so hann ikki megn­aði at senda út royk­síggjandi sms'arnar um viku­skift­ið.
Men hetta skuldi verið kom­ið í rættlag aft­ur ­um vik­u­skiftið, og tí kunnu vit bara vóna, at x-­royk­j­ara­asp­i­rant­ar­nir hava klárað at hild­ið sær – og megna at koma á mál!