Amboðsfimleikur um vikuskiftið

Steypakappingarnar í amboðsfimleiki vera í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið

Steypakappingarnar í amboðsfimleiki vera í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið. Leygardagin 13. februar verður 1. steypakapping, og sunnudagin 14. februar verður 2. steypakapping.

59 børn og ung eru meldaði til steypakappingarnar, 35 dreingir og menn, og 24 gentur og kvinnur. Hesi eru frá HF, Støkk og Ljósinum.

Skráin leygardagin:

Klokkan 10.30: Kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.

Klokkan 13.30: Kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.

Amboðini, sum kappast vera í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini eru gólv, ringar og beinsveiggj.

Skráin sunnudagin:

Klokkan 09.30: Kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.

Klokkan 13.30: Kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.

Amboðini sum kappast vera í sunnudagin eru á kvinnusíðuni biti og gólv, og á mannfólkasíðuni lop, paralell barr og reck.

Leinki til stroyming av kappingunum verður at finna á Facebooksíðuni hjá Føroya Fimleikasambandi, https://www.facebook.com/www.fimleikur.fo.