AME bólkarnir høvdu eina vøru at selja

Vinnulig atlit vóru við í avgerðini um hvørjir bólkar skuldu við til AME Reykjavík. Fróði Vestergaard fyriskipari sigur, at bólkarnir, ið vóru bodnir við, skuldu hava eina vøru at selja.


AME Reykjavík
 
Fróði Vestergaard, ið fyri Norðurlandahúsið fyriskipaði AME Reykjavík, var ein væl nøgdur maður, tá vit fingu orð á hann í flogfarinum á veg til Føroyar. Hann greiddi frá, at fyriskipanin av AME-Reykjavík byrjaði í heyst, men trupulleikar við tíðarætlanum og fígging, høvdu seinkað tiltakið fleiri ferðir. Ætlanin var upprunaliga, at tiltakið skuldi verða í desember á Grand Rock, men síðan er tað flutt fleiri ferðir.
Men tá Íslandssáttmálin varð undirskrivaður kom gongd í og fokus var veruliga sett á íslendska marknaðin.
Tá Menningarstovan og Vinnuframagrunnurin komu við bar til. Fróði segði, at hann heldur, tað vera sera gleðiligt, at hesir stovnar fara virkið inn og stuðla undir arbeiðið við at víðka um marknaðin hjá føroyskum tónleiki. Hetta er í trá við álitið um rútmiskan tónleik.
Fróði rósti eisini Ásgeir Eyþorsson, ið samskipaði AME Reykjavík, hann syrgdi fyri, ótrúliga nógvum fjølmiðladekningi, allir bólkarnir vóru í onkrum miðli, og fleiri vóru í sjónvarpinum. Útvarpsstøðirnar Rás 2 og XFM hava spælt nógvan føroyskan tónleik, og serliga Morning Dew hjá Høgna Lisberg hevur verið nógv spældur í útvarpinum.
Fróði greiddi frá, at Ásgeir kom við í tiltakið í mars, og tá var tað eingin í Íslandi, ið veruliga trúði, at hetta tiltak fór at eydnast. Men við dugnaligu fyriskipanini hjá Ásgeir, eydnaðist avbera væl.
Fróði vísti á, at hetta bert er eitt stig á vegnum, nú skal arbeiðast víðari. Vit mugu duga betur at marknaðarføra, tær góðu føroysku útgávurnar, skipa fyri fleiri smærri tiltøkum, og gera tað til ein part av marknaðarføringini av føroyskum fløgum, at bólkurin ferð til Íslands at spæla.
Fróði segði, at hann metur, at tiltakið eigur at vera afturvendandi eina til tvær ferðir um árið, men møguliga skal tað býtast upp í fleiri kvøld.
Fyriskipararnir tóku vinnulig atlit, tá tey bjóðaðu bólkum við, hetta skuldi vera bólkar, ið høvdu eina vøru at selja, antin við at ein fløga var útkomin fyri stuttum, ella at ein var á veg. Fróði greiðir frá, at fleiri aðrir bólkar vóru bodnir við, eitt nú Prix Føroyar vinnarin Go Go Blues, Eivør og 200, men eingin av hesum bólkum hevði møguleika fyri at luttaka.