Amerada Hess:Frálíkt úrslit

Stjórin fyri Amerada Hess í Stóra Bretlandi er ikki í iva um, at hetta er eitt frálíkt úrslit, ið teir nú hava fingið í Føroyum. Hann ávarar, eins og aðrir, ímóti at gleða seg ov nógv longu nú

 

Oljuleiting

-This is a great result. We?re delighted that the Faroese Partnership?s first well in the Faroes has been succesful and we look forward to following up on this succes with our drilling programme next year, sigur Nick Fairbrother, sum er stjóri fyri Amerada Hess í Stóra Bretlandi.

Í tíðindaskrivinum frá Amerda Hess kontórinum í Bretlandi verður sagt, at fleiri kanningar skulu til fyri heilt at kunna avgera lagnuna hjá brunninum, men tað er einki yvir at dylja, at teir tykist heilt væl nøgdir við úrslitið. Tað verður lagt aftur, at heilt fitt av arbeiði afturat skal til fyri at sláa fast, um hetta nú er rakstrarvert.

Í tíðindaskrivinum nýtur Hess eisini høvi til at endurgeva bæði Ben Arabo og Wilhelm Petersen.

Amerada Hess vænta, at komandi kanningar fara at siga teimum meira um brunnin í Føroyum.