Oljuleiting í bretskum øki
Amerada Hess er eftir øllum at døma stóri vinnarin av útbjóðingini og hevur fingið tilsamans fýra leitiloyvi, har tað er operatørur í øllum. Hini feløgini, sum eru við, eru tey somu, sum Amerada arbeiðir saman við á føroyskum øki, tvs. BG og Dong. Í einum loyvi arbeiðir Amerada saman við Texaco, sum má sigast at vera hin stóri vinnarin av útbjóðingini. Texaco, sum einki loyvi fekk í føroyskum øki, er við í fýra loyvum, harav tað er operatørur í trimum. Annars hevur BP saman við Shell fingið eitt loyvi. Phillips stendur fyri einum loyvi saman við partnarunum frá føroyaøkinum, Statoil og Veba. Tað, sum annars er vert at bíta merki í, er, at danska felagið Dong hevur fingið tillutað eitt loyvi saman við OMV umframt at vera við í hinum trimum av loyvunum hjá Amerada Hess. Í Dong-høpi er hetta einki minni enn ein lítil kolvelting, tí felagið hevur sett sær fyri at fáa operatøruppgávu uttan fyri danskt øki. Eisini fyri BP er útrbjóðingin kærkomin. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum sigur, at BP er sera væl nøgt við úrslitið av útbjóðingini. Shell er við í loyvinum, og fer hetta eftir øllum at døma at hava við sær, at Shell eisini verður partnari hjá BP í føroyskum øki.
Feløgini, sum hava fingið tillutað leitiloyvi, hava bundið seg til at bora í minsta lagi sjey brunnar í bretska partinum av Hvíta økinum, sum bretski oljumálaráðharrin umrøður sum ?an area which has world class potential for significiant petroleum discoveries?, tvs. eitt øki, hvørs møguleikar at gera verulig oljufund, er í heimsflokki. At tað verða boraðir sjey brunnar ímóti átta brunnum í føroyska økinum, sum er nógv minni, vísir, hvussu hørð kappingin er. Samanumtikið kann henda bretska útbjóðingin fáa stóran týdning fyri leitingina og møguliga framleiðslu á føroyska landgrunninum eisini.