Eingin amerikanskur forseti hevur havt so lítla undirtøku millum amerikanararnar sum George W. Bush Í 1952 søgdu 67 prosent av amerikanska fólkinum vóru misnøgd við Harry S. Truman, forseta og avrik hansara, og hann hevur átt hetta metið síðani.
Men nú hevur hann mist tað, tí ein kanning hjá CNN vísir, at 71 prosent av amerikanska fólkinum eru misnøgd við George W. Bush, forseta og hansara hátt at stýra landinum.
Tað er serliga kríggið í Irak, sum trýstir umdømið hjá Bush í botn. 68 prosent av teimum, sum CNN hevur spurt, siga, at tey eru ímóti krígnum. 30 prosent taka undir við tí.