Tveir amerikanarar, sum arbeiddu sum hernaðarligir ráðgevar hjá afghonsku stjórnini, vórðu skotnir inni í afghanska innanríkisráðnum í dag. Sambært Reuters er talan um tveir yvirmenn í amerikanska herinum, ein major og ein oberst.
Afghanska innanríkisráðið sigur, at tað veit ikki, hvør skjeyt teir báðar amerikanararnar, men tíðindafólk í Kabul siga, at tað var ein heldur harðligur orðadráttur, sum endaði við, at teir báðir ráðgevarnir vórðu skotnir.
Aftur í dag vóru nógvir afghanar í gøtunum og mótmæltu, at amerikanskir hermenn settu eld á nøkur eintøk av koranini fyri nøkrum søgum síðani. USA hevur formliga biðið Afghanistan um umbering fyri tað, sum hendi, men tað hevur ikki sissað fólk.