Amerikanskt blað: Fleiri Biden-stuðlar rýma

Fleiri av ætlaðu tiltøkunum, sum skuldu savna fíggjarligan stuðul til valstríðið hjá Joe Biden forseta, eru avlýst. Tað skrivar The New York Times.

Blaðið ger vart við, at ein ætlað innsavning í statinum Wisconsin í hesum mánaðinum er avlýst.

Tað er eisini ógreitt, um ein innsavning verður hildin í Texas, eftir at forsetin fyri fleiri sá út til at vera viknaður av aldri í sjónvarpsdystinum móti Donald Trump í síðstu viku.

Tað var vónin hjá hópinum hjá Biden, at forsetin hevði fingið eina millión dollarar (umleið 6,9 milliónir danskar krónur), men eftir sjónvarpstvídystin vórðu vónirnar broyttar til helvtina av tí upphæddini.

/ritzau/