– Eg skrivi ikki undir sáttmála um Tjóðleikhúsið

Løgtingið tekur tað ikki í álvara at byggja Tjóðleikhúsið í Havn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn

Tað sigur Heðin Mortensen, nú tað sambært fíggjarlógaruppskotinum bara verða settar tvær milliónir av til Tjóðleikhúsið, sum ætlanin er at byggja á Bursatanga í Havn.

 

– At seta 2 milliónir krónur av til eitt Tjóðlekhús, sum kostar 600 milliónir krónur at byggja, tað gevur púra onga meining, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

– Tað vísir bara, at tað er eingin vilji hjá landsstýri og løgtingi at byggja Tjóðleikhúsið. Og vit hoyra eisini, hvussu tey tosa í Løgtinginum, tey meina tað ikki í álvara, og fleiri eru beinleiðis ímóti at tað verður bygt, vísir Heðin Mortensen á.

 

Tórshavnar Býráð hevur annars samtykt at gera ein leigusáttmála um økið á Bursatanga, har Tjóðleikhúsið eftir ætlan skal byggjast. Men tann sáttmálin er ikki gjørdur, og Heðin Mortensen sigur, at hann verður ikki gjørdur, um hetta er hugburðurin hjá løgtingi og landsstýri.

 

Lesið eisini: Játta tvær milliónir til Tjóðleikhúsið

 

– So skulu vit heldur brúka økið til okkurt annað. Okkara ætlan er at knýta økið við Kongabrúnna at miðbýnum og at knýta miðbýðin aftur at økinum við Kongabrúnna. Men um vit gera ein leigusáttmála við Mentamálaráðið nú, og einki verður bygt fyrr enn um 20 ella 30 ár, so gevur tað púra onga meining, sigur Heðin Mortensen.

 

– So verður eingin leigusáttmáli gjørdur, og so fara vit at brúka økið til okkurt annað.

 

Spurdur hvat tað kundi verið, sigur Heðin Mortensen, at kundi verið at gjørt nøkur aktivitetshús yviri á Støð og undir berginum undir Krákusteini. Vegurin kundi verið umskipaður, so tað bleiv til eitt veruligt aktivitetsøki við smærri húsum við matstovum, handlum, kaffistovu og virknishúsum av ymsum slag.

 

##med2##

 

– Tey hevði givið lív í býin og knýtt økið við Kongabrúnni tættari miðbýnum, sum vit ynskja. Hetta er ein verkætlan, sum vit kunnu gera sjálvi, um landsins myndugleikar kortin ikki meina tað í álvara at byggja Tjóðleikhúsið í Havn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Játtanin á fíggjarlógini næsta ár svarar til 1/300 part av metta byggiprísinum av Tjóðleikhúsinum, sum landsverk hevur mett til 600 milliónir krónur.