Vitjanin til Føroya hevur leingi ligið á láni.
Danski skemtarin Amin Jensen hevur ynskt sær at koma til Føroya í fleiri ár. So nógv kundi hann hugsað sær at komið til ríkisfelagin, at hann var til reiðar at fyriskipa sína egnu framførslur.
- Eg royndi sjálvur at leiga Norðurlandahúsið, men tey søgdu bara, at tað ikki bar til, sigur Amin Jensen.
Hann hevur fleiri ferðir verið í Grønlandi og skal innan leingi aftur til norðastu ríkiseindina. Men Føroyar eigur hann í nakrar dagar enn til góðar.
Hóskvøld ringir telefonin hjá undirritaða, og tað kennist ikki lítið løgið, at røddin í hinum endanum eigur Amin Jensen. Hevði ætlað mær at gjørt samrøðu við hann í Føroyum, men tað er nú brádliga vorðið til eitt spontana samrøðu upp á standandi fót, tí eg eri væl ikki harður til at biðja sjálvan Amin Jensen um at ringja aftur seinni.
- Eg gleði meg ómetaliga nógv at koma til Føroya. Tað er óført, at tað nú endiliga ber til, sigur Amin Jensen, sum greiðir frá tí stutta teldupostinum frá Norðurlandahúsinum, har tað bert stóð at lesa, at hann ikki slapp at framføra í húsinum.
Men tað er nú farið, og hann kemur nú til Føroya við øllum tí, hann hevur at bjóða. Steðgurin í Føroyum verður eftir ætlan nakrar dagar, og tað er ikki minst við tí í huganum, at hann gleðir seg.
Í føðingardag hjá mostrini
Ævisøgan hjá Amin Jensen innan skemt ella sokallað Stand-Up, sum ikki er so lætt at finna eitt føroyskt heiti fyri, byrjar á vetri í 1993. Hann er í 60 ára føðingardag hjá mostir sínari, har hann vísir nøkur av sínum kynstrum. Ein tónleikari, sum var til staðar, helt Amin verið so skemtiligan, at hann eggjaði honum at framføra alment. Hann framførir á fyrsta sinni alment fyri fólki hin 10. desember 1993, og bert sjey mánaðir seinni er skemt vorðið livibreyðið hjá Amin Jensen.
Síðani tá er Amin Jensen vorðin at kalla best umtókti skemtarin í Danmark, og hann hevur roynt ein stóran bita av tí søta lívinum. Seinnu árini er hann óivað best kendur í Føroyum sum vertur fyri sendingini Hit med sangen, men í Danmark er hann eins kendur fyri sínar Stand-Up framførslur. Hann hevur ferðast landið runt og er nógv fagnaður.
Amin Jensen er føddur og uppvaksin í Albertslund. Hann er 34 ára gamal. Undan lagnudegnum á veitsluni hjá mostrini hevur hann fingist við nógv ymiskt. Umframt 10. flokk er hann útbúgvin vøddamýkjari. Hann hevur rikið sína egnu fyritøku, sum fekst við vindeygareingerð. Amin sigur sjálvur, at tann persónurin hann ger mest gjøldur burturúr er sær sjálvum. Tað er ikki minst hansara stødd, ið hann javnan hevur uppi at venda. Men stóra støddin er ikki bara feitt. Umframt at hava eina fortíð sum duravørður hevur Amin eisini vunnið fleiri virðislønir í vektlyfting.
Ein blandingur
Við tíggju árum á baki sum skemtari og ongari framførslu í Føroyum er lagamanni hjá Amin Jensen at
- Sum Victor Borge segði: Tað snýr seg ikki um at endurnýggja seg sjálvan ? men at endurnýggja sínar áhoyrarar, sigur Amin Jensen skemtandi.
Tá Amin ólavsøkudag fer at framføra í høllini á Hálsi, verður tað bert við einum klaverspælara afturat sær. Men Amin sær ikki hetta sum nakran veikleika.
- Gongur tað heilt galið, so havi eg 1.500 tímar av tilfari at taka til, sum ikki eru framførdir í Føroyum áður. Fólk skulu nokk fáa tað stuttligt, sigur Amin Jensen.
Sjálvur heldur Amin Jensen, at hann er vorðin meira enn entertainer ella undirhaldandi við árunum í mun til skemtari ella Stand-Up komikari, sum tað so yndisliga kann ljóða.
- Skemtið hjá mær er ikki so nógv skemtisøgur við einum "poengi" at flenna eftir. Eg royni heldur at bera fram í fleiri løgum, sigur Amin Jensen.
Tilfarið á Hálsi verður eisini eitt breitt úrval av tí, hann hevur framført hesi gott tíggju árini. Hóast hann millum annað kennir føroyingarnar Óla Poulsen og Per Zachariassen, so veit Amin ikki rættiliga, hvussu lyndi á føroyingum er, og hvat hann skal miðja ímóti.
Men tað verður stuttligt, lovar hann. Røddin í hinum endanum prátar dúgliga og greiðir frá, at hann bæði dugir at herma, spæla fleiri ljóðføri og syngur eisini sjálvur. Tað er stórt av honum at ringja.
Til neyst
Tað er Stuðulsfelagið Knørrur, sum skipar fyri tiltakinum við Amin Jensen á ólavsøku. Tað er í royndunum at byggja eitt neyst, at skipað verður fyri tiltakinum. Hugskot er ikki spildurnýtt. Arbeitt hevur verið at fingið Amin til landið í eina tíð, og gjørt varð av at royna hann á ólavsøku. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni í Havn og á fleiri Statoil støðum kring landið.
Vit venda aftur til Amin Jensen, tá hann kemur til landið.