Amnesty á skeivari kós

At 30.000 danskarar halda, at fosturtøkulógin skal broytast, er ikki nakað argument fyri at broyta hana  

Nógv minnast kjakið um 266b. Øll minnast kjakið um hjúnarbandslógina.

 

Tey vóru øgiliga long, øgiliga hørð og mangan øgiliga pínufull fyri tey, hvørs støða og rættindi blivu umrødd.

 

Men kjakini vóru neyðug. Tey gjørdu, at meiningar brýndust og broyttust, og tá krútroykurin legði seg, var ein greiður meiriluti av fólkinum fyri tí, sum bleiv gjørt.

 

Endaligu avgerðirnar høvdu stuðul í fólkinum. Ella ”demokratiskan legitimitet”, sum tað kallast í fínum máli.

 

Hetta er fólkaræði in action: Fyrst opið kjak og síðani avgerðir á tingi, sum gjørdu meirilutans vilja til lóg.

 

Um løgtingið hevði tikið sínar avgerðirnar uttan, at nakað kjak hevði verið frammanundan, høvdu avgerðirnar ikki havt ta kjølfestu í fólkinum, sum tær fingu. Og so høvdu tær blivið broyttar aftur.

 

Men tað er trupult at broyta nakað, sum er væl kjølfest. Tí kunnu samkynd framvegis giftast, hóast Mið- Fólka- og Sambandsflokkurin sita við valdinum. Teir tora ikki at broyta tað, tí teir vita, at teir hava fólkið ímóti sær.

 

Í øðrum førum, har landsstýrið hevur trýst avgerðir ígjøgnum uttan nakra almenna umrøðu, uttan breiðan konsensus og uttan demokratiskan legitimitet, gongur ofta stutt tíð, til tær verða broyttar aftur.

 

 

 

Amnesty

 

Nú er Amnesty farið undir eina herferð í málinum um fosturøku. Endamálið er at fáa útlendingar at leggja trýst á føroyskar myndugleikar fyri at fáa teir at gera fosturtøku lógliga.

 

Hetta er ein roynd at loypa tað trupla, drúgva og harða kjakið um. Og harvið er tað ein roynd at loypa sjálvt føroyska demokratiið um.

 

Sjálvandi fær Amnesty ikki sín vilja við hesum. Tvørturímóti. Tá tú roynir at trýsta onkran til okkurt, er úrslitið ofta, at viðkomandi ger tað øvuta. Eingin vil missa sítt sjálvræði – hvørki persónliga ella sum land.

 

Og Amnesty skaðar ikki bara ta sakina, tey siga seg virka fyri. Tey skaða eisini seg sjálv. Tí eg rokni við, at fleiri føroyingar umhugsa sín limaskap eftir hetta. Sjálvur eri eg limur í Amnesty, og mær dámar als ikki, at hetta verður gjørt í mínum navni. At Amnesy ikki dugir at síggja trupulleikan við tí, skilji eg ikki.

 

Men hvat hevði hent, um tey fingu sín vilja?

 

Hvat hevði hent, um Sólvit Nolsø fyrst bakkaði fyri Amnesty og legði fram uppskot um fría fosturtøku, og løgtingið síðani eisini bakkaði, og gjørdi uppskotið til lóg?

 

Jú, vit høvdu staðið við eini lóg, sum var blivin til uttan nakað opið kjak. Uttan demokratiskan legitimitet. Og tað er ógvuliga sannlíkt, at hon hevði blivið broytt aftur.

 

Vissi Amnesty heldur, at fosturtøkulógin skal broytast, skulu tey føra fram argument fyri tí. Í Føroyum. Verulig argument.

 

At 30.000 danskarar halda, at lógin skal broytast, er ikki eitt argument.

 

At Amnesty traðkar fram í føroyska kjakinum og sigur, at tey hava 30.000 danskarar, sum eru í parti við teimum, ger ikki, at teirra meining vigar meir enn meiningin hjá øðrum.

 

Hetta er altso tað føroyska demokratiið, vit snakka um. Ikki tað danska.

 

Og tað er nettupp eitt demokrati, vit snakka um. Eitt opið samfelag við fullum talufrælsi. Tá er tað argument, mann brúkar. Ikki trýst.

 

 

 

Radari og Huawei

 

Radaramálið og málið um, hvørt Føroya Tele skuldi skifta frá kinesiska Huawei til svenska Ericsson, kunnu eisini lýsa hetta.

 

Hesi mál snúðu seg um verju og trygd. Tvs. at tað formliga vóru donsk mál, sum Danmark – formliga sæð – hevði heimild at taka avgerð um.

 

Javnaðarflokkurin helt, at loyvi skuldi gevast til radaran og at tað skuldi skiftast til Ericsson. Við øðrum: Vit kundu sagt, at danskir myndugleikar skuldu taka avgerðina, tí so fingu vit okkara vilja.

 

Í staðin havi eg, vegna Javnaðarflokkin, 1000 ferðir kravt, at avgerðirnar skuldu takast í Føroyum. Tí í einum fólkaræði snýr tað seg ikki bara um, hvør avgerð verður tikin. Tað snýr seg minst líka nógv um, hvussu hon verður tikin.

 

Nú eru báðar hesar avgerðir tiknar av føroyingum. Tær eru fólkaræðisliga kjølfestar. Tí verða tær uttan iva standandi.

 

Júst tað sama er galdandi fyri málið um fosturtøku. Og har henda faktist broytingar. Bæði millum fólk og politikarar. Til dømis skipaðu vit fyri einum stórum fundi um málið fríggjadagin. Har vóru politikarar úr øllum fýra stóru flokkunum, og ALLIR ásannaðu, at verandi skipan ikki er í lagi.

 

Eisini Sólvit Nolsø, landsstýrsimaður, var opin fyri broytingum, og segði m.a. nakað soleiðis: Vit mugu hava rættartrygd á økinum. Vit kunnu ikki hava eina rættarstøðu í Norðoyggjum, eina á Sandi og eina í Suðuroy. Og tað segði hann ikki, tí Amnesty roynir at leggja trýst á hann.

 

So tingini flyta seg. Demokratiið virkar. Kjakið koyrir. Hevur Amnesty nakað at siga um málið, so sigið tað her. Sjálv.

 

(Til endans vil eg loyva mær at viðmæla øllum at lesa okkara nýggju, stóru frágreiðing um hetta. Hon liggur á jaf.fo).