Amnesty konsert í Tøting

Leygarkvøldið skipar Tónleikasamtakið Grót, í samstarv við Amnesty Føroya Deild, fyri konsert við fjølbroyttari skrá í Tøting í Syðrugøtu.

Í samband við at Amnesty Føroyar, ferð at útgeva nýggjar sangir á fløgu 10. Desember í ár, verður skipað fyri eini sangskrivarakapping og liveframførðslum.

 

Hópin av føroyskum tónleikarum, bæði royndum og meira ókendum, smíða í

hesum døgum løg til kappingina, við vón um, at teirra lag verður við á komandi Amnesty fløguni.

 

Konsertin í Tøting er tó ikki partur av sjálvari sangskrivarakappingini.

Hesir tónleikarar fara at framførða nøkur løg í part:

 

Elin Heinesen

Unn Patursson

Lív í Baianstovu

Elinborg Pálsdóttir

Sigmund Zachariassen

Jenný & Kirstin

Bartalio

 

Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.