Fáa folk í Føroyum møguleikan fyri løgfrøðiligum kynsskifti, sleppa tey at liva og virka í samsvari við tað, tey eru. Tað staðfestur Amnesty International í Føroyum, nú Løgtingið fer at viðgera eitt uppskot frá Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu, um at tað skal bera til at fáa løgfrøðiligt kynsskifti í Føroyum.
Tað merkir, at ein maður, ið følir seg sum kvinna, skal kunna verða skrásettur sum kvinna og fáa nýtt p-tal, og tað sama skal vera galdandi fyri eina kvinnu, ið følir seg sum ein mann. Og nú Løgtingið fer at viðgera málið, heitir Amnesty á løgtingslimirnar um at vera positivir og um at viðgera málið við virðing.
Eitt, tey visa til, er ein grein í Sosialinum tann 24. august, har samrøða var við Anniku Samuelsen, ið er fødd sum drongur, men sum altíð hevur fatað seg sum kvinnu, og gongur ílatin sum kvinna.
– Tá ið fólk síggja meg, síggja tey eina kvinnu. Men so skjótt tey síggja passið, har hon er skrásett sum maður, verði eg ómenniskjagjørd, segði hon.
Og Amnesty heitir á løgtingslimir um at taka undir við uppskotinum, so at Føroyar alment viðurkenna, at ein kvinna sum Annika Samuelsen hevur stórt virði fyri Føroyar, og at Føroyar eru eitt sterkari samfelag, tá ið tvørkyndir føroyingar kunnu føla seg heima og viðurkendar, sum teir eru.
– Einstaklingar, sum ikki rúmast í kassunum, og sum ditta sær at bróta tey ósjónligu mørkini, eru ofta fyri mismuni. Tíverri eru eisini fleiri dømi um, at hesir einstaklingar eru fyri grovum harðskapi, sigur Amnesty International.
– Í allarflestu londum fáa borgararnir føðibræv, p-tal, ella annað samleikaprógv, sum staðfestir teirra kyn. Tað ásetta kynið fylgir teimum so alt lívið og hevur stóra ávirkan á, hvussu teir verða flokkaðir, og hvussu umheimurin møtir teimum.
– Men júst henda ásetingin er til stóran ampa fyri tvørkynd, sum ikki kenna seg aftur í tí ásetta kyninum. Tey mugu annaðhvørt kúga sín samleika fyri at laga seg eftir samfelagnum, ella halda fast í hann. Men afturfyri mugu tey so lata sær lynda at vera fyri stórum mismuni og misáliti frá samfelagnum, tey búgva í, verður lagt afturat.
Tey leggja afturat, at hesi seinnu árini hava fleiri lond í Evropa broytt lógina, so at tvørkynd fáa møguleikan at skifta kyn løgfrøðiliga, soleiðis at tey kunnu verða skrásett, og fáa samleikaprógv, samsvarandi egnari fatan av egnum kyni. Nøkur av hesum londum eru Danmark, Niðurlond, Spania, Norra, Írland, Malta, Portugal og Svøríki.
– Fáa føroysk tvørkynd møguleikan fyri løgfrøðiligum kynsskifti, sleppa tey, í gerandislívinum, at liva og virka í samsvari við tað, tey eru, sigu Amnesty International í Føroyum.