Seismikkur
Felagið fekk í 1. útbjóðingarumfarinum tillutað eitt sokallað 9 ára loyvi. Tvs. at felagið skal ikki bora nakran brunn fyrstu árini men skal harafturímóti gera seismiskar kanningar. Eftir trimum árum skal felagið so gera av, um tað hevur fingið so mikið av nýggjum upplýsingum, at tað vil fara undir at bora.
Johan Mortensen, stjóri hjá Andadarko í Føroyum sigur, at teir í løtuni skjóta eitt seismiskt survey á loyvinum 007. Hetta er sera framkomin og nýggjur seismikkháttur sum er liður i at síggja, hvat er undir basaltinum, sum jú er tjúkkari nærri tú kemur Føroyum.
Felagið VERITAS stendur fyri seismikkinum. Hesar royndir saman við øðrum arbeiði, sum fer fram á skrivstovunum hjá Anadarko í London og Houston, eru liður í fyrireikingum hjá Anadarko at taka støðu til, um og nær likindi eru at fara undir at bora.
Anadarko, eins og øll onnur, fylgja boringunum hja STATOIL, BP og AMH við allar størsta ahuga sigur Johan Mortensen.
-Verður olja funnin í ár verður hetta ein sensatión, sum allarhelst fer at framskunda allar ætlanir á føroyska økinum og tá hava feløg møgulleika at tosa um eitt føroyskt geologisk modell at nýta á føroyaøkinum. Hetta hevur man sum vera man ikki havt áðrenn borað verður sigur Johan Mortensen.