Anakronistisk útiseta-kommunisma frá 60-árunum á veg til at fuppa sær valdið í Føroyum við klonaðum lesarabrøvum?


 

Regin Eikhólm



Í Sosialinum 10. august verður kunngjørt eitt teldubræv frá Kjartani Hoydal, har hann bjóðar seg fram, at gera uppskot til lesarabrøv sum stuðla undir loysingarmálið. Hesi præfabrikeraðu lesarabrøv skulu samstundis mótmæla at løgmaður »roynir at billa fólki inn, at vit enn eiga at samráðast við donsku stjórnuna«. Teldubrævið sigst einans vera ætlað limum í loyniligu loysingar losjuni, Hesuferð, men var kortini sent fleiri øðrum harímillum sjálvum løgmanni.

Eru limirnir í Hesuferð veruliga so illa fyri, at teir ikki hava førleika til sjálvir at skriva, men mugu hjálpast við præfabrikeraðum lesarabrøvum beinleiðis frá chefideologinum í London? Hvussu stendur tá til við teirra sjálvsmensku? Teir valla evna ella koma sær at broyta so mikið sum eitt komma í tí, sum kemur frá sjálvum chefideologinum.

Antidonsk málpurisma

Kann tað hugsast at okkara málpuristar hava eina ábyrgd her? Við teirra ofta einvegis politiserandi antidonsku framferð og fremmandagerðing av vanligum føroyskum hava teir tikið dirvið frá mongum føroyingi til at skriva á sínum egna móðurmáli, og harífrá og til at føla seg sum funktionellan analfabet er ikki langt - enntá í sjálvum móðurmálinum. Óiva er tað hetta fyribrygdið, sum chefideologurin í Hesuferð nú roynir at kompensera fyri? Tó so, kendi danski poeturin, Piet Hein sigur, at: »Den som låner vid og sjæl fra anden, forskriver sig til Fanden; thi den som ikke er sig selv, er heller ingen anden«. Men »vit eru føroyingar serstøk tjóð«, so kanska tað er loyvt onkrum at lána tað sum írestar til fullblóð?

Skipaður ágangur

Løgmaður skýrir uppskotið til hesi præfabrikeraðu lesarabrøv fyri »skipaðan ágang«, og tað hevur hann góðar grundir til. Men sum tann demokratur løgmaður er, hevur hann - tilvitað ella ikki - givið ov nógv eftir fyri tí totalitert íblásta varaløgmanni, soleiðis at landspolitiska ræðisrúmið í stóran mun nú verður umsitið av varamanninum. Men sjálvt um røddin har er Jákups, so munnu hendurnar í so mongum føri vera Esavs?

Machiavellisman

Tað sum vit her eru vitnir til, er gamal íblástur frá Machiavellismuni (Niccolò Machiavelli Itl., 1469-1527 ), har einhvør politisk handling er moralsk, so leingi hon tænir einum ávísum endamáli. Út frá hesum hevur Kjartan Hoydal so æviga rætt, tá hann undrast á ávaringina frá løgmanni. Harragud, tað sum her hendir, er ikki annað enn tað sum kommunisman, nazisman, fascisman og islamiska fundamentalisman hava brúkt við eitthvørt høvi ? it runs in the family!

Kjartan Hoydal et al. gloyma, at í Føroyum byggir okkara politiski samleiki á demokratiskan ella fólkaræðisligan grundvøll og ikki á anakronistiska útiseta-speidarakommunismu frá 60-árunum. Har tað totalitera byggir á vold og makt, byggir fólkaræði á opinleika og samráðingar.

Tað hvørvandi lívsfrælsi

Lívsfrælsi fyri vanliga føroyingin, sum Petur Mohr Dam, sáli tosaði um, er altíð við atliti til fíggjarligt frælsið. At varaløgmaður einvegis letur blokkin minka við 350 millónir krónum komandi ár, uttan nakra samráðing yvirhøvir, vísir ein ábyrgdarleysan einaræðis hugsunarhátt, tí tað kemur at skerja persónliga frælsi føringa munandi.

Fyri bert at nevna eitt akut øki, so hevði upphæddin til dømis verið meir enn nógmikið til at tryggja øllum teimum undirprioriteraðu røktarkrevjandi í Føroyum ansingarpláss undir manssømuligum korum. Ikki minst fyri tey avvarandi hevði hetta verið ein ómetaligur lætti, tí tey høvdu sjálvi fingið nakað av sínum lívsfrælsi aftur.

Gamla kabaretvísuni verður tíverri aktuell aftur: »Einki stríð av teim gomlu og sjúku, oh nei, trælanípan er meira bekvem. Tey vit gippa útav, søkkja tey undir kav, har er onki hjá gomlum at fá«. Jú forrestin, orð, kanningar og lyftir hevur tað ikki trotið uppá í hesi loysingarsamgongu. Nógv hevur verið skrukkað, men onki er vorpið.

Ókvæmsorð ella frændavitjan

Høgni Hoydal hevur moralskt mist sítt politiska mandat, sum hann fekk við seinasta løgtingsval, grundað populistisku ákæruna ímóti dønum, sum kortini vísti seg at vera følsk smb. frágreiðingina um 80-árini, sum Føroya Løgting gav út í 2000.

Við íblástri frá Machiavellismuni, har samráðingar eru eitt fremmandaorð, halda feðgarnir tó ideologiskt fram við teirra danafobu fanatismu, og gera yvirtøkumál til sjálvtøkumál, tað verið seg politið ella kirkjan, við ella uttan lóg!

Ætlanin er sjálvsagt, at hesin totaliteri ómoralur skal gjøgnumsúrga sum mest í okkara lítla samfelag. Sjálvt á okkara almennu stovnum, hvørs vælútbúnu starvsfólk næstan uttan undantak hava fingið teirra útbúgvingarførleika í Danmark kvit og frit, ditta fleiri teirra sær at umtala samráðingarnar við danir við niðrandi ókvæmsorðum, meðan íslendsk sendinevnd um somu tíð eitur »frændavitjan«.

Demokrati ella anakronistiskt útiseta kommunisma

Ynskja føroyingar eitt anakronistiskt kommunistafrælsi við fáum ríkum og mongum fátækum eiga vit at stuðla Hoydalsfeðgunum og undirskriva so mong klonaði loysingarlesarabrøv sum gjørligt. Ynskja vit hinvegin, tað sum Petur Mohr Dam nevndi lívsfrælsi, so stuðla vit demokratisku menningini av Føroyum við at vísa Machiavellismuni og hennara einaræðis íblástu avleykarum durafjórðingin, og seta eina samráðingarnevnd niður sum í minsta lagi umboðar ein kvalifiseraðan meiriluta av Føroya fólki. Tá er tað Føroya fólk og demokratiið sum talar og avgerð, eins og Nyrup hevur víst á alla tíðina, og løgmaður eisini vísti á at byrja við.

Feðgarnir hjá Heðin Brú sluppu við at lata kúnna, Hoydalsfeðgarnir harafturímóti eru við at avreiða lívsfrælsi føroyinga ? take care!