VANLUKKA
Teir vóru til stuttleikar farnir ein túr uppá takið um útvarpstíð seinasta sunnukvøld, 16 ára gamli, Hans Fríðálv Johannesen og vinmaðurin og javnaldurin, Bjarni Durhuus í Vestmanna.
Omanfyri húsini gongur takið so lágt, at til ber at stíga uppá, men niðanfyri er hæddin hálvan sjeynda metur.
- Eg ætlaði at ganga oman á niðara enda á takinum, sum er meira slættur. Tað var myrkt, og eg visti ikki, at har var glerstoytt, tí tað var tað ikki í hinum endanum. Eg gleið í glerinum og fór eftir rygginum oman eftir takinum. Royndi at taka fast í okkurt á vegnum, men tað var vónleyst. Beint áðrenn eg fór út av, setti eg meg upp, soleiðis at eg fór lodrættur út av, við beinunum fyri.
Hans Fríðálv minnist, at tað hvítnaði fyri sær, tá ið hann í stóra fallinum rakti vøllin undir húsunum.
- Eg var ongantíð veruliga burtur, men tað mundi vera nær við.
Tað var høgri fótur sum tók, og Hans Fríðálv datt harðliga niður á høgru lið í brestinum.
Trúði, eg fór
at doyggja..."
Men hvat hugsaði so hesin 16 ára gamli drongurin í høga fallinum?
- Eg hugsaði, at nú fór eg at doyggja, tí eg visti, at høgt var oman av niðanfyri, rættiliga høgt.
Spurdur, um hann hugsaði um foreldur og systkin, sigur hann, at alt hendi so ógvuliga knappliga, at stundir vóru ikki til teir nógvu tankarnar.
- Men eg væntaði ikki at koma livandi frá tí, ið bíðaði mær í hesi løtu, sigur hann rørdur á málinum.
Tá ið Hans Fríðálv lá niðri á vøllinum, hevði hann ilt í høgra fóti og høgra armi.
- Tá ið eg hevði ligið har nakrar minuttir, tók eg við vinstru hond um høgra arm, og tá føldi eg, at ein stór kúla stakk burtur úr arminum, omanfyri albogan.
Hans Fríðálv heldur sjálvur, at hann slapp ógvuliga væl burtur úr hesum, og hann sigur seg hava hugsað nógv um, hvat kundi verið hent, um eydan ikki hevði verið við honum henda dagin.
- Var eg ikki so heppin í óhappinum, kundi eg eins væl verið deyður, er hann sannførdur um.
"Joan, Joan..!"
Joan Poulsen, sum býr saman við Gert Johannesen, ið er pápi Hans Fríðálv, sigur, at hon var einsamøll inni saman við tveimum børnum, tá ið Bjarni Durhuus kom rennandi innar og rópti:
"Joan, Joan - kom her, Hans Fríðálv er dottin av takinum...!"
Eyguni á Bjarna vóru sum tekoppar; hann var óttafullur, men hevði fyrst verið niðri hjá Hans Fríðálvi, áðrenn hann fór eftir Joan.
Gert var í Havn, og hann visti ikki, hvat var hent, fyrr enn læknin hevði verið á staðnum.
- Eg væntaði tað ringasta, tá ið eg fór oman undir húsini. Har lá Hans Fríðálv - var klárur, men hevði ógvuliga ilt í fótinum og arminum.
Joan sigur, at tað var ein lætti at síggja, at drongurin var livandi og klárur, og at hann kundi flyta beinini. Men hann kundi ikki reisa seg.
- Tá ið hann kundi flyta beinini, var hann ikki lammaður, og tað var ein stór troyst, hugsaði eg.
Hon ringdi beinanvegin til læknan, men hann svaraði ikki, tí hann hevði ikki vakt.
- Læknin býr beint omanfyri, so eg fór á dyrnar og bankaði uppá. Læknin kom beinanvegin á staðið. Hann kannaði dreingin og helt, at hann var sloppin við einum broti á høgra armi. Ráðiligt var tó ikki at flyta hann, har hann lá, um so var, at hann hevði fingið annan skaða í høga fallinum.
Joan sigur, at hon og Bjarni vóru hjá Hans Fríðálvi at kalla alla tíðina, meðan tey bíðaðu eftir sjúkrabilinum úr Havn. Tá ið bilurin kom, fór hon suður á Landssjúkrahúsið við honum.
- Hann var ógvuliga róligur alla tíðina, sigur hon.
Sera heppin
Joan heldur, at Hans Fríðálv hevur verið sera heppin.
- Vit hava mált hæddina av takendanum og niður, og hon er hálvan sjeynda metur. Tað er eitt stórt, frítt fall.
Hon vísir á, at einar tveir metrar frá húsunum niðanfyri er ein betongkantur, men tað var so heppið, at Hans Fríðálv endaði umleið hálvan annan metur uttanfyri hendan kantin.
- Hann var í ketildrakt, og hon hevur kanska gjørt sítt til, at ferðin omanav ísklædda takinum gjørdist so mikið nógv, at hann rakti vøllin niðanfyri húsini - og ikki betongkantin, sum kundi tikið lívið av honum.
Joan sigur, at ketildraktin var við til at halda hitanum í dreinginum, meðan hann lá á vøllinum og bíðaði eftir sjúkrabilinum.
- Eg trúgvi, at gummiskógvarnir, hann var í, hava dempað stoytin nakað, tí hesir vóru so tjúkkir og stórir í tí.
Hon leggur aftrat, at hendingin rættiliga slegði í búkin á sær, tá ið læknin hevði verið á staðnum.
- Jú, eg haldi, at Hans Fríðálv var serstakliga heppin í óhappinum hendan dagin, sigur Joan Poulsen.
Hans Fríðálv Johannesen er fyribils sjúkrameldaður til 9. mars.