Myndugleikarnir í fleiri londum halda, at Mehdi Tayeb hevur havt kynsliga samveru við meiri enn hundrað kvinnum og monnum uttan at siga teimum frá, at hann er smittaður við HIV.
Mehdi Tayeb gjørdist kendur undir heitinum "HIV-maðurin", eftir at hann hevði neyðtikið eina 18 ára gamla gentu í Svøríki í 1998. Tá svenska løgreglan rannsakaði íbúð hansara, funnu løgreglumenninir heilivág ímóti HIV og eina telefonbók við nøvnunum hjá 180 kvinnum.
Kanningarnar avdúkaðu, at Mehdi Tayeb hevði havt kynsligt samband við 130 kvinnur og tveir menn í Svøríki, USA og Kanada. Eingin teirra hevði fingið at vita, at hann hevði HIV. Tað vísti seg eisini, at Mehdi Tayeb hevði neyðtikið ímillum 20 og 25 av teimum 130 kvinnunum.
Eftir kravi frá svensku løgregluni bleiv Mehdi Tayeb tikin í Iran í fjør, men hósdagin frættist, at hann var latin leysur. Sviar hava fleiri ferðir kravt at fáa hann útflýggjaðan, men iransku myndugleikarnir hava ikki svarað kravinum. Nú hevur svenska løgreglan spurt, hví hann er latin leysur, men iranar hava ikki svarað, skrivar Aftonbladet.