"Terror" í dós

? Tá ókendu sms-boðini byrjaðu at blíva beinleiðis ólekkur, fekk eg nokk og boðaði løgregluni frá, sigur Bárður Persson, sjónleikari, sum er í øðini um, at tað ber til at ogna sær eitt fartelefonnummar uttan at skráseta seg

Sunnunáttina um eitt tíðina fekk Bárður Persson eini sms boð á sína telefon. Har stóð bara ein spurningur, um nær Gríma aftur fór at spæla leikin Elling og Kjell Bjarni. Bárður kendi ikki nummarið, men hann svaraði kortini smsboðunum og spurdi eisini, hvør viðkomandi var.
Hann fekk svar, men viðkomandi vildi ikki avdúka seg sjálvan.
Síðani byrjaði sms-boðini at koma títtari, og tey vóru bæði grov og ólekkur. Bárður sigur, at í fyrstuni slettaði hann tey bara, men annan dagin eftir byrjaði hann at hugsa, at tað kundi ikki vera rætt, at hann skuldi verða órógvaður í heilum á hendan hátt.
Tann eina morgunin hann vaknaði vóru fýra sms-boð á telefonini frá hesum sama nummarinum.
Í tí eina sms-inum stóð:
"Góðan morgun, Bárður, vaknaður? Nær fórt tú til hús í nátt? Tað mundi vera seint."
Tað varð sent honum klokkan 08.31.50 mánamorgunin.
Hetta fekk ein óhugnaligan tanka um, at onkur eygleiddi seg, at spíra í høvdinum hjá Bárði.
Hini sms-boðini vóru øll grov og vulger, og tá fekk hann nokk.

Meldaði
Bárður vendi sær til løgregluna, sum síðani fór at kanna málið. Telefonnummarið var eitt frá Kalli. Eitt av teimum, sum ein kann keypa við Frælsi í Dós. Tá so løgreglan royndi at fáa uppsporað, hvør mundi eiga telefonnummarið, bar tað ikki til, tí nummarið ikki var skrásett í skipanini hjá Kalli. Tað vil siga, at brúkarin hevði valt ikki at skráseta seg.
Løgreglan ringdi til hetta nummarið. Bárður sigur, at honum varð sagt, at ein kvinna tók telefonina og segði bara, at løgreglan ikki skuldi ringja til hana aftur. Síðani bleiv avbrotið og telefonin sløkt.
? Eg skal tó skunda mær at siga, at síðani tá hevur verið so toluligur friður, men tað er óluksáliga nógv fyri, at fólk kunnu ogna sær eina telefon í dag uttan at verða skrásett fyri tað. Eg meini so við, í nýmótans samfelagnum í dag, er tað ógvuliga lítið, sum tú kanst gera, uttan at tú skal skriva undir uppá tað, vísir Bárður Persson á og leggur afturat, at her er ikki talan um Frælsi í dós, men "terror" í dós.
Bárður hevur ikki orð fyri, hvussu ótespiligt hann heldur tað vera, at hann fór til løgregluna og gjørdi vart við, at tað møguliga er onkur sjúkur persónur, sum heldur eyguni við honum, og løgreglan ikki kundi gera nakað, tí telefonnummarið ikki var skrásett.

Vil steðga hesum
Bárður Persson hevur ikki ánilsi fyri, hvør tað kann vera, sum hevur sent honum hesi sms-boðini. Hann viðgongur, at hann bleiv sera skakkur av summum av sms-boðunum, men so fleyt bikarið yvir, og hann fór til løgregluna, sum tó ikki fekk gjørt so nógv við tað.
Hann hevur valt at standa fram við hesum, tí hann ber ótta fyri, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fólk, um slíkur telefonterror sleppur ótarnaður at halda fram.
? Hvørjum líkist tað, at ein persónur kann keypa eitt tól, sum er roknað til samskifti, og nýta tað sum eitt terrorvápn, spyr Bárður, sum ikki ivast í, at tað munnu vera fleiri enn bara hann, sum hava verið úti fyri onkrum líknandi.
? Fólk munnu bara ikki altíð hugsa um, hvørji rættindi tey hava. Eg finni meg so í øllum førum ikki í hesum, slær hann fast.
Hann heldur fram, at í fyrstuni flenti hann bara, men so fór hann at hugsa um, hvussu langt hetta kundi fara.
? Eg stúri fyri, hvussu hetta kann fara at útvikla seg. Eg vil ikki heingja nakran út. Eg vil bara hava, at hetta skal halda uppat, áðrenn fólk fara at nýta fartelefonir sum eitt terrorvápn, sigur Bárður og sipar eitt nú til happing gjøgnum sms-boð í fólkaskúlanum ella millum ungdóm yvirhøvur.