Tvey petti av botninum á "Titanic" benda sambært serfrøðingum á, at tað stóra ferðamannaskipið sakk nógv skjótari enn higartil hildið.
Í 1985 varð vrakið av "Titanic" funnið á botni í Atlantshavinum, men hesi bæði pettini vórðu ikki funnin tá. Roger Long, sum hevur kannað tey bæði pettini, sigur við sjónvarpið CNN, at botnurin fór undan skipinum, tá tað rendi á ísfjallið, og at forskipið brotnaði frá afturskipinum. Forskipið sakk beinanvegin, og fimm minuttir seinni sakk hin parturin, sigur hann.
Fyrr hava serkøn hildið, at afturskipið fleyt einar tjúgu minuttir, og soleiðis var eisini í filminum "Titanic" frá 1997.
David Brown, sum er serkønur í viðurskiftunum í sambandi við "Titanic", sigur við CNN, at tann nýggja metingin er helst røtt.
"Titanic" sakk á teirri fyrstu ferðini um Atlantshavið tann 14. apríl í 1912. Vanlukkan kostaði 1500 mannalív.