Klokkan er 12.29, fríggjadagin 22. november 1963. Langa bilafylgi við John Fitzgerald Kennedy, Lyndon Johnson, varaforseta, framstandandi politikarum í Texas, umframt Secret-Service bilum og bussum við miðlafólkum, snarar til vinstru frá Houston Street í downtown Dallas, inn á Elm Street. Framman fyri sjálvt bilafylgið koyrur ein politibilur og nakrar politi motorsúklur. Fremst í sjálvum bilafylginum koyrur ein ómerktur politibilur. Førarin er Jesse Currey, politiovasti í Dallas, J. E. Decker, politiovasti fyri Dallas County og Secret Service agentarnir frá Dallas-skrivstovuni, Forrest Sorrels og Winston Lawson. Síðani motorsúklur og so Lincoln forseta limosinin við Jacqueline á vinstra baksetri og John Kennedy á høgra. Í faldisetrum í miðjuni sita guvernørurin fyri Texas, John Connally (hm) og konan (vm). Førari av bilinum er William Greer og við síðuna av situr Special Agent in Charge fyri bilafylginum, Roy Kellerman. Eftir fylgdi ein bilur við Secret Service agentum og síðani kemur bilurin við varaforsetanum, Lyndon Baines Johnson, fylgdur av enn einum SS-bili. Tá Lincoln limosinin er komin miðskeiðis millum hornið Houston/Elm og jarnbretyarbrúnna nakað frammi, runga knappliga nøkur skot. Klokkan er júst 12.30 tá skotrøðin endar við, at alt bakhøvdið á Kennedy verður blást út. Bert ein av teimum um 20 SS-agentunum reageraði upp á skotini. Clint Hill leyp av »follow-up« bilinum og rann fram til forsetabilin, har hann trýsti Jacqueline niðuraftur í setri og fjaldi forsetaparið við kroppi sínum, tá førarin, William Greer endiliga reageraði og við fúkandi ferð koyrdi móti Parkland Memorial Hospital. Kennedy var longu deyður, tá hann fáar minuttir seinni kom á sjúkrahúsið. Men hetta var forsetin, so teir umleið tíggju læknarnir gjørdu tað, teir kundu, tó at tað stóð teimum greitt, at har var einki at gera. Men av tí, at Kennedy var katolikkur (tann einasti katólski amerikanski forsetin higartil), bíðaðu læknarnir við at siga hann deyðan at vera, fyrr enn Faðir Oscar Huber hevði givið honum »the last rights«. Hetta morðið er síðani vorðið hitt mest umrødda í heimssøguni. Upprunaliga ætlaði nýggja stjórnin undir Johnson forseta bara at lata FBI kanna málið, men tá stig vórðu tikin til at fáa eina senatsnevnd at kanna morðið, reageraði Johnson skjótt, og neyvt viku eftir morðið, 29. november 1963, varð »The President’s Commission on the Assassination of John F. Kennedy«, vanliga nevnd Warren-nevndin, sett á stovn. Í nevndini sótu Chief of Justice, Earl Warren, sum formaður, senatorarnir Richard Russell (R) og John Sherman Cooper (D), umboðsráðsmenninir Hale Boggs (D) og Gerald Ford (R) (seinni forseti), umframt Allen Dulles og John McCloy. Heilt frá byrjan varð funnist at arbeiðinum hjá nevndini. Talan var tó um kritikk í tí smáa og frá einstøkum persónum, eitt nú sakføraranum Mark Lane, sum tíðliga í tilgongdini av móðir Lee Harvey Oswald, Marguerite, varð settur sum verji fyri sonin. Men hetta var tó trupult, tí Warren-nevndin vildi ikki heilt góðtaka hetta. Mark Lane illtonkti Warren-nevndina at vera partíska, og tá FBI kunngjørdi sína fyribils niðurstøðu av morðinum 9. desember 1963, fall illgrunin beinanvegin á, at Warren-nevndin fór at koma við somu niðurstøðu. Og so varð. 24. september 1964 handaði Warren-nevndin frágreiðingina, sum umframt sjálva frágreiðingina eisini fylti 26 fylgibind við vitnisfrágreiðingum og optiskum prógvum, Johnson forseta úrslitið. Tríggjar dagar seinni, 27. september, varð frágreiðingin so almannakunngjørd – nakað, sum nevndin sjálv ongantíð ætlaði. Tað lætnaði fyri ondini hjá amerikanska fólkinum, tá frágreiðingin kom, tí nú høvdu tey sjón fyri søgn, at har var hvørki Sovjetsamveldið, Castro ella nøkur samansvørjing aftanfyri – bara »a lone nut«. Men júst tað, at frágreiðingin varð almannakunngjørd, førdi við sær, at til bar hjá teimum ivasomu at nærlesa hana. Og tað stóð skjótt greitt, at tað í fleiri førum lak millum teori og praksis. Bøkur byrjaðu at koma undan kavi, har funnist var harðliga at Warren-frágreiðingini. Og ein teirra var »Rush to Judgement«, hjá júst Mark Lane. Hetta var ikki hin fyrsta bókin at finnast at Warren-nevndini, men hetta var hin nógv mest týdningarfulla av bókunum so tíðliga í tilgongdini. Og hon vendi meiningini hjá amerikanska fólkinum á høvdið. Frá at hava litið blint á tað, myndugleikarnir søgdu, vendi opiniónin sær nú móti teimum. Og líka síðani hevur meirilutin av amerikanarum meint, at ein samansvørjing stóð aftan fyri morðið á Kennedy. Teir ivast eisini stórliga í, um Lee Harvey Oswald yvirhøvur hevði nakað við morðið at gera. Warren-nevndin hevði stórar trupulleikar at plasera Oswald á sættu hædd á Texas Schoolbook Depository Building (TSDB), sum í dag stendur á sama stað á horninum av Houston/Elm street, og ið nú er innrættaður sum eitt savn. Nevndin hevði eisini stórar trupulleikar av, at flestu vitnini hoyrdu skot frá garðinum uppi lítlu brekkuna til høgru og framman fyri forsetabilin. Lítli skráningurin hevur síðani borið heitið »the Grassy Knoll« eftir at eitt av vitnunum greiddi soleiðis frá staðnum. Kennedy-morðið er í mangar mátar serstakt, ikki minst tí, at í minsta lagi trý fólk tóku morðið upp á film. Kendasti og klárasti filmurin er tann hjá møbilframleiðaranum, Abraham Zapruter, sum týðiliga vísir morðið, tó burtursæð frá fáum sekundum, har forsetabilurin er goymdur aftan eitt vegskelti. Týðiligt er tó, at Kennedy er raktur, tá hann kemur undan skeltinum, og síðani sæst skakandi, drepandi skotið, tá høvdið á forsetanum eksploderar, meðan tað verður slongt aftureftir og til vinstru. Øll vanlig fólk tulka hetta sum reaktiónin upp á eitt skot framman ífrá og frá høgru, men Warren-nevndin valdi ikki at gera nakað við tann trupulleikan, tí tað var ongantíð roknað við, at filmsklippið av Zapruter-filminum fór at náa almenninginum. Seinni hava viðhaldsmenn hjá Warren-frágreiðingini teoriserað um eina sonevnda jet-effekt, har teir hava skotið skjóttgangandi riflukúlur í eina melón, sum síðani dettur fram móti skjúttanum. Sama er roynt við einum geitahøvdi. Men, sum konspiratorar seinni hava víst á, so var Kennedy hvørki ein melón ella ein deyð geit. Somuleiðis hava Warren-fjepparar ongantíð megnað at greitt frá, hví – um jet-effektin virkaði – høvdið á Kennedy varð tveitt eftur eftir og til vinstru, tá eitt skot frá TSDB skuldi tveitt høvdið aftur eftir og til høgru. Mest kontroversiella niðurstøðan hjá Warren-nevndini var kortini sonevnda »single-bullit« teoriin, sum Arlen Specter – nú republikanskur senatorur fyri Pennsylvania – fann upp á. Fyri at fáa prógvini at passa til ein einsamallan skjútta, mátti eina av teimum trimum kúlunum, sum Warren-nevndin gjørdi av var talið av skotnum kúlum, fara inn gjøgnum nakkan á Kennedy, út gjøgnum hálsin, inn í ryggin á Connally, bróta tvey rivjabein, út beint undir høgra bróstvorta, gjøgnum høgru hond, har hon breyt fleiri bein, fyri síðani at enda í vinstra læri (nakað, sum Oliver Stone gjørdi nógv burtur úr í filminum, JFK). Seinni skal hendan kúlan verða dottin úr sárinum í lærinum og funnin av einum húsavøri á Parkland Memorial Hospital – púra óskadd. Ei undur í, at hon verður nevnd »The Magic Bullit«. Ein av nýggjaru bókunum, »Bloody Treason« hjá Noel Twyman, viðger alla søguna frá byrjan av og upp til útkomuna (1997), og hann leggur fyri dagin eina vælumtókta teori um, hvussu og hvør myrdi Kennedy. Flestu teoriir hava mafiuna inni í myndini, so ella so, og har finna vit eisini CIA. Somuleiðis tykist fyrrverandi FBI-ovastin, James Edgar Hoover, hava ein framstandandi leiklut. Og allir tríggir felagsskapir tykjast eisini hava góð motiv fyri at beina John Kennedy av vegnum. Innrásin í Svínavíkini í 1961 er í miðdeplinum. Hetta var ein ætlan hjá CIA, sum Kennedy arvaði eftir Eisenhower-stjórnini, og Kennedy gav CIA grønt ljós við teirri treyt, at amerikanskir hermenn ikki beinleiðis luttóku í innrásini. Tað vísti seg skjótt, at innrásin als ikki gekk sum ætlað, tí deils fóru cubansku hermenninir ikki í part við eksilcubanarunum, sum gjørdu innrás, og deils gjørdu teir landgongd í einum sumpumráði ið gjørdi, at innrásmenninir vóru reinar skjótiskivur. CIA bað forsetan um hjálp frá flogvápninum, men Kennedy stóð fast við sítt. Úrslitið var, at teir, sum ikki vórðu dripnir, vórðu tiknir fangar. Alment tók Kennedy ábyrgdina á seg, men innan stjórnina lovaði hann at spreingja CIA í »túsund petti«. Eisini mafian var beisk. Hon hevði av øllum alvi hjálpt Kennedy í valinum í teirri vón og trúgv, at hann fór at vinna teimum gevandi casinoini á Cuba aftur úr klórnum á Castro. Í staðin fór Kennedy við yngra bróðrinum, Bobby (Robert) sum løgmálaráðharra, undir størstu jagstranina av skipaðum kriminaliteti í amerikanskari søgu. Eitt nú fekk hann Sam Giancana, mafiabossin í Chicago, útvístan úr USA. At enda var tað James Edgar Hoover, sum eisini hevði áhuga í, at fáa Kennedy burtur úr Hvítu Húsunum. Tí hóast hann hevði klípur á Kennedy-brøðrunum, so hevði John Kennedy í kvittanum at seta Hoover frá, tá hann (Kennedy) tók við seinna skeiðnum sum forseti. So allir trígir felagsskapir høvdu einki at vinna og nógv at tapa, um Kennedy helt fram í Hvítu Húsunum. Og í roynd og veru kundu teir síggja fram ímóti í ringasta føri 24 árum við Kennedy í Hvítu Húsunum. Í dag vita vit, at tað bert gjørdist til 1000 dagar tilsamans. Tað syrgdi Shiran Shiran (ella var tað hann?) fyri á Hotel Ambassador í Los Angeles 5. juni 1968, meðan Teddy (Edward) sjálvur syrgdi fyri sínari lagnu við Chappaquiddick brúnna 18. juli 1969, tá hann rendi bil sín út av brúnni, nakað, sum kostaði 29 ára gomlu Mary Jo Kopechne lívið (hetta inspireraði Simon & Garfunkel til hit teirra frá 1970 »Bridge Over Troubled Water«) Ein seinni kanning, »House Select Committee on Assassinations«, varð sett í verk í 1977, eftir at almenningurin eins væl og politikarar vórðu á gosi, eftir at sonevndi Zapruter-filmurin á fyrsta sinni varð vístur í almennum amerikanskum sjónvarpi í 1975. Kravið var, at hugt varð nærri at morðinum á Kennedy, forseta, og eisini ivasama morðinum á Martin Luther King, ið var skotin 4. apríl 1968 á balkongini á einum motelli í Memphis, Tennessee, eitt morð, sum ein James Earl Rey fekk skuldina fyri. Tað vísti seg, at ein mikrofon hjá einum av motorsúklu politistunum hevði sett seg fasta, og hon upptók sjálvt morðið. Við hjálp av aukustiskum upptøkum á Dealey Plaza (økið í downtown í Dallas, har morðið fór fram) fann HSCA fram til, at skotin vórðu fýra skot og ikki trý. Eitt av skotunum var latið av framman fyri og til høgru fyri forsetabilin, altso á Grassy Knoll, so sum vitni høvdu sagt. Men hóast niðurstøðan var, at talan við 99,9% vissu var um eina samansvørjing, so gjørdi HSCA av, at Oswald var hin einasti, sum rakti Kennedy, og tí hin seki. Við í frásøgnina um morðið á Kennedy hoyrir eisini, at langa leið frá morðstaðnum á Dealey Plaza varð ein løgreglumaður, J. D. Tippit, myrdur. Hann var eftir øllum at døma einasti løgreglumaður, sum ikki fekk boð um at luttaka í kanningararbeiðinum í sambandi við forsetamorðið. Tvørtur ímóti fekk hann boð um at halda seg í friðarliga íbúðarøkinum, Oak Cliff, og »vera til reiðar, um nakað skuldi hent«. Hetta morðið varð eisini tilskrivað Lee Harvey Oswald, men eisini her hevði Warren-nevndin sínar trupulleikar við at fáa Oswald at passa til prógvini – so teir passaðu prógvini til Oswald, so sum Mark Lane og aðrir konspiratoristar vilja verða við. Keldur: Presidents Commission on the Assassination of President John F. Kennedy Rush to Judgement, eftir Mark Lane High Treason 2, eftir Harrison Edward Livingstone Bloody Treason, eftir Noel Twyman Best Evidence, eftir David Lifton Ein slík grein er alt ov stutt at greiða frá málinum um Kennedy-morðið, tí tað eru so nógvar síður í málinum. Men fyri tey sum eru áhugað í málinum kann eg upplýsa, at um tit fara inn á t.d. amazon og leita eftir »kennedy assassination« fáa í hundrað tali av áhugaverdum bókum fram. Eisini ber til at »googla« við somu leitiorðum. ”History and posterity must decide. Customarily they reserve he mantle of greatness for those who win great wars, not those who prevent them. But in my unobjective view I think it will be difficult to measure John Kenndy by any ordinary historical yardstick. For he was an extraordinary man, an extraordinary politician and an extraordinary President. Just as no chart on history of weapons could accurately reflect the advent of the atom, so it is my belief that no scale of good and bad presidents can rate John Fitzgerald Kennedy. A mind so free of fear and myth and prejudice, so opposed to cant and chlicés, so unwilling to feign or be fooled, to accept or reflect mediocrity, is rare in our world – and even rarer in American Politics. Without demeaning any of the great men who have helped the precidency in this country, I do not see how John Kennedy could be ranked below any one of them... He was a big man – much bigger than anyone thought – and all of us are better for having lived in the days of Kennedy” - Theodore Sorenson (røðuskrivari hjá Kennedy (av danskari ætt)) ”If we cannot end now our differences, at least we can help make the world safe for diversity. For, in the final analysis, our most common link is that we all inhabit this planet. We all breathe the same air. We all cherish our children’s future. And we are all mortal”. - John F. Kennedy í talu við American University, Washington D.C. juni 1963. NARRATIVE John Fitzgerald Kenedy varð skotin fríggjadagin 22. desember 1963 klokkan 12.30 á Elm Street á Dealey Plaza í downtown Dallas, Texas. Tveir tímar seinni var Lee Harvey Oswald handtikin í Texas Theatre, har hann hevði snýkt seg inn at hyggja at filmunum Cry of Battle og War is Hell. Hóast hann var avhoyrdur fleiri ferðir millum klokkan 14.30 fríggjadagin til sunnumorgun klokkan 11.21, tá hann fastur í hondjørnum við Jim Leavelle, detektiv, varð skotin og myrdur av Jack Ruby, so finst hvørki bandupptøka ella niðursrivað notatir av hesum avhoyringum. Lee Harvey Oswald var sagdur deyður at vera snøggliga 48 tímar og sjey minuttir eftir, at John Fitzgerald Kennedy varð sagdur deyður at vera á júst sama borði í Trauma Room One á Parkland Memorial Hospital. Jack Ruby bønaði og bað Warren-nevndina um at taka hann til Washington at vitna, tí »her (í Dallas) fáa tit aldrin sannleikan at vita frá mær«. Warren-nevndin noktaði. Jack Ruby doyði í fongslinum í Dallas av krabbameini í 1967.