Andakt: Jesus, minst til mín!

"Jesus, minst til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!" (Lukas evangelium 23, 42)

Eftir John S. Myllhamar, Sandavág

Tað kennist so løgið, tá ið vit ikki so frægt sum kunnu samla tankar okkara til eina bøn við væl valdum orðum. Vit munnu vera fleiri, ið kenna slíkar tíðir, har sorg ella sjúka legði alt okkara í sor, ella tá ið møði gjørdi, at vit ikki orkaðu meira. Vit royndu at biðja, og vit vistu, at tað var einki vit høvdu størri tørv á, enn at tosa út við Guð, men vit orkaðu ikki.
Í slíkum løtum eru tað trý ting vit kunnu finna ugga í.
Í fyrsta lagi, at nógvar av teimum bønum, vit lesa í Nýggja Testamenti, eru sera stuttar. Tær eru hjartasuff frá menniskjum í neyð: Guð náði meg syndara! Harri, hjálp mær! Jesus, miskunna mær! - Hesar stuttar bønir vórðu hoyrdar. Okkum nýtist ikki at koma við drúgvum og neyvum frágreiðingum fyri at fáa Guð at skilja okkara støðu.
Í øðrum lagi, er tað ein troyst at hugsa um, at tann fyrsti, Jesus tók við sær heim, var ein illgerðarmaður, ið burturav var latin yvir til Guðs miskunn. Jesus er hin sami náðifulli frelsari í dag. Hann bjargar tí glataða, og hann reisir upp tey falnu, tá ið tey leita til náði hansara.
Í triðja lagi er tað ein troyst at hugsa um, at hann minnist til okkum, eisini í teimum løtum, tá ið vit ikki eru før fyri at samla tankar okkara sum vit vilja. Hann biður fyri okkum, at trúgv okkara ikki má tróta. Hann minnist til okkum, at vit eru dust, og hann sleppur okkum onga tíð. Tí kunnu vit siga: Minst til mín nú, tú ert í ríki tínum! Ikki, tí eg havi tað uppiborið, men eina tí, at tú ert ein náðiríkur og miskunnsamur frelsari! Amen!