Enn ein sponsk región gevur nú skarvin yvir. Hesaferð er tað Andalusia sum má biddaragongd til Madrid.
Landspartakreppan í Spania heldur fram við somu megi. Hesa ferð er tað fólkaríkasti landsparturin í Spania, Andalusia, sum má biðja miðstjórnina í Madrid um eina milliard evrur í neyðhjálp.
Tað skrivar ft.com.
Fyrr hava bæði Katalonia, Valencia og Murcia biðið um hjálp.
Higartil hevur Andalusia bert biðið um bráðfangis hjálp at styrkja likviditetin, men landsparturin hevur longu givið ábendingar um, at hann fær brúk fyri meira hjálp úr landspartagrunninum, sum miðstjórnin setur á stovn. Landsparturin fer tó ikki at søkja um hjálp, fyrr enn miðstjórnin hevur ásett treytirnar.
Katalonien hevur hinvegin longu biðið um fimm milliardir evrur í hjálp longu hendan mánaðan. Hjálpargrunnurin skal hava 18 milliardir evrur, sum stjórnin ætlar at taka frá statsliga lottospælinum. Stjórnin væntar, at grunnurin er stovnaður áðrenn mánaðurin er farin.
Spanien hevur 17 sjálvstýrandi landspartar. Fleiri teirra hava upparbeitt eina stóra skuld av stóra byggiboominum í Spania, men hava ikki fingið lánini endurfíggjað á nøktandi hátt á kapitalmarknaðinum.
Spanski fíggjarmálaráðharrin, Luis De Guindos, segði mánadagin, at tað verður ikki farið undir fleiri sparitiltøk nú. Rentan á 10 ára sponskum statsobligatiónum hevur í meiri enn tríggjar mánaðir ligið oman fyri seks prosent.