Anders Fogh Rasmussen og Hans Enoksen komu til Føroyar kl.16:30

Løgmaður bjóðaði Anders Fogh Rasmussen og Hans Enoksen útferð við Norðlýsinum, tað var dýrdarveður tá teir fóru av Miðvági. Kl. 16:30 í dag lendi flogfarið hjá Atlantic Airways í Vágum, við Anders Fogh Rasmussen og Hans Enoksen umborð, teir skulu á ríkisfund í morgin.

Løgmaður Jóannes Eidesgaard og frúan vóru á flogvøllinum og tóku ímóti gestunum, sum eisini høvdu frúirnar við.

Leiðin varð beinanvegin løgd til Miðvágs, har Norðlýsið lá og bíðaði eftir gestunum. Av Miðvági gekk leiðin til Koltur og Hest, veðrið var av tí allarfagrasta, so helst fáa gestirnir ein góðan túr við Norðlýsinum.

Seinni í kvøld verður vitjað í Kirkjubø.