Andorra megnaði javnleik í Lettlandi

Einki mál varð skorað í Riga, tá ið fyrsti dysturin í okkara bólki varð spældur

Klokkan 19.45 fer bólturin á rull á Tórsvølli, har Føroyar í kvøld hava vitjan av Malta í Nations League.

Fyrsti dysturin í bólki D var fyrr í kvøld í Riga í Lettlandi. Andorra, sum Føroyar sunnudagin skulu spæla á útivølli ímóti, megnaðu málleysan javnleik.

Hetta var triðja ferðin á rað, at tað endaði málleyst, tá ið Lettland og Andorra hava dystast. Tvær tær fyrru ferðina var í Nations League fyri tveimum árum síðani.

Tíggju minuttir eftir steðgin misnýtti Letland brotsspark, og eitt korter undan leikloki varð ein av heimamonnunum útvístur.

Heimaliðið hevði fýra royndir á málið og tíggju við síðuna av málinum, meðan Andorra onga roynd hevði á málið og fýra við síðuna av málinum.

Andorra skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti Føroyum, og Lettland skal spæla á útivølli ímóti Malta.