TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í SportBoxina á Rás2 við ítróttarskrivaran og fótbóltsviðmerkjaran, André Olsen seinnapartin í dag.
André Olsen staðfestir, at Manchester City hevur higartil víst stórar dygdir í teimum fyrstu 11 umførunum í Premier League.
Stóra vónbrotið hevur verið Everton. Stóra jaliga yvirraskilsi í Premier League higartil hevur verið Burnley.
André Olsen metti eisini um nakrar av Premier League dystunum, sum verða leiktir hetta vikuskiftið.
André Olsen væntar javnleik í London-uppgerðini millum Arsenal og Tottenham á Emirates leikvøllinum í London.