Andreas Lava Olsen er aftur í Víkingi

Tað sigur Páll Gregersen, formaður í Víkingi, við Rás2.

 

Hann staðfesti, at Andreas Lava Olsen, Páll Klettskarð og Erling Jacobsen verða í hópinum í morgin.

Andreas Lava Olsen hevur verið sjúkur seinastu dagarnar, og tí er ikki vist, um hann verður við frá byrjan í morgin.

 

Páll Gregersen dugir í verandi løtu ikki at siga, um landsliðsleikarin verður knýttur at hópinum aftaná dystirnir móti Besiktas.

 

Andreas Lava Olsen hevur seinastu mánaðirnar umboðað Frem, sum flutti niður í triðbestu donsku deildini í farna kappingarárið.

 

Formaðurin leggur afturat, at tað er torført at siga, hvat er eitt nøktandi úrslit fyri føroysku steypavinnararnar í morgin. Uppgávan verður í øllum førum møtumikil.

 

Dysturin millum Besiktas og Víking byrjar klokkan 19.00 í annað kvøld.