Andrew av Fløtum var maðurin aftan fyri trivaligan sigur hjá Fremad Amager í venjingardysti týskvøldið. Andrew spældi allan dystin í álopinum, og har gjørdi hann veruliga bart.
Fremad Amager var aftanfyri 2-1 í hálvleikinum, men so settu Andrew og teir meira ferð á og vunnu at enda dystin 5-2. Tríggjar ferðir var Andrew á blettinum og skoraði.
Hetta er fyrsti venjingardystur í vetur, har Andrew hevur verið í álopinum frá dystarbyrjan, men tað tóktist nú at vera rætta avgerðin hjá Fremad-venjaranum.
Leygardagin spælir Fremad Amager aftur venjingardyst, og tá verður tað ímóti HIK.