Andri er málkongur

Trífaldi málskjúttin á Tórsvølli hevur verið sera málsøkin hetta kappingarárið

Í kvøld tryggjaðu toftamenn sær við 3-2 sigri ímóti AB, at tað í 2021 aftur verður fótbóltur sunnudag á Svangaskarði. Fýra tey seinastu árini hevur B68 verið í næstbestu deildini, og flestu dystirnir hjá besta liðnum hava verið leygardag.

Talan var fyrst og fremst um liðavrik, tá ið tað í kvøld eydnaðist at vinna uppflytingina.

-Ungu spælararnir eiga rós fyri, hvussu teir stríddust og arbeiddu. Hóast AB tvær ferðir svaraði aftur, tá ið vit høvdu lagt okkum á odda, so góvust okkara spælarar ikki. Teir koyrdu á, og at enda eydnaðist tað at vinna og røkka málinum, sum vit hava arbeitt miðvíst fram ímóti. Spælararnir eiga eisini rós fyri, hvussu skilagóðir teir vóru, sigur B68 venjarin Øssur Hansen.

Talan var um liðavrik, men tað er einki forgjørt í, at Andri Benjaminsen verður nevndur. Hann skoraði øll trý B68 málini og var harvið meistari fyri hattrikki.

Hetta kappingarárið hevur roynst sera væl hjá 21 ára gamla Andri Benjaminsen. Hann hevur verið við í øllum 27 dystunum í landskappingini, og hann er toppskjútti í deildini við 18 málum. Og í kvøld setti hann krúnuna á verkið, tá ið hann skoraði hattrikk.

-Hetta var framúr. Vit eru púra útlúgvaðir, og vit eru eisini fegnir, tí vit vita, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri toftafólk, sigur trífaldi málskjúttin Andri Benjaminsen.