Enn ein føroyingur fer at royna seg í íslendskum hondbólti.
Fjølnir sum hevur lið í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini, Grill-66 deildin boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við málverjan hjá StÍF undanfarnu seks kappingarárini, Andri Kristianson Hansen.
Fjølnir veit at siga, at hæddin hjá Andra K. Hansen er 190 sentimetrar, og teir nevna eisini, at Andri hevur spælt við yngru føroysku landsliðunum, og hevur leikt ein dyst fyri A-landsliðið.
Sverri Eyjólfsson er høvuðsvenjari hjá Fjølni.
Fjølnir spælir fyrsta landskappingardystin móti Þór Akureyri í Ítróttarhøllini á Akureyri 23. september.