Í kvøld spældi liðið hjá føroyska málverjanum, Andri Kristianson Hansen, Fjölnir á heimavølli aðru uppflytingarfinaluna móti Víkingi Reykjavík um rættin at flyta upp í bestu íslendsku hondbóltsdeildina.
Víkingur vann dystin 29-25. Í steðginum var Víkingur á odda 15-11.
Tá sjey minuttir vóru eftir at leika var støðan javnleikur 25-25, men seinastu løtuna gekk illa í hond hjá Fjölnir.
Víkingur er á odda 2-0 í samlaðu uppgerðini, og kann við sigri í triðja uppflytingardystinum á heimavølli komandi mánadag vinna sær uppflyting til bestu deildina.
Bergur Bjartmarsson var fyrsti málverji hjá Fjölnir í kvøld, og tað vóru ikki ofta boð eftir Andri, ið bert var skrásettur fyri eina bjarging hesaferð.