Ein av teimum sum kom í starv hjá okkum sum grannskoðari fyri um leið 30 árum síðani var Andrias Samuelsen. Hann fall væl til á arbeiðsplássinum, bæði mótvegis sínum arbeiðsfeløgum og teim viðskiftafólkum, hann kom at røkja. Andrias var sera dámligur, hevði lætt við at koma út av tí við fólk, samstundis sum hann var sera dugnaligur. Hann arbeiddi ógvuliga sjálvstøðugt og var sera arbeiðssamur. Hann hongdi seg seg ikki í klokkutíðir, men gjørdi sítt arbeiði liðugt, og ongatíð fór ein til fánýtis til hansara við eini arbeiðsuppgávu.
Hann hevði hugflog, og ynskti eisini at útbúgva seg nakað meira og fór tí í áttatiárunum niður til Danmarkar at arbeiða og lesa til HD. Hann búsettist tá í Hirtshals og arbeiddi í nøkur ár á Føroya Fiskasølu í Hirtshals. Men í kreppuárunum, tá fleiri føroyingar fóru av landinum kom Andrias og familjan heim aftur. So mikið væl hevði honum dámt á Grannskoðaravirkinum, at hann ynskti at koma aftur har, og hann var eisini vælkomin. Har starvaðist hann so restina av síni tíð, til hann nú legði árarnar inn bert 61 ára gamal.
Sum arbeiðsfelagi kom eg at kenna Andrias væl. Vit hava loyst manga arbeiðsuppgávuna saman, tað ein serliga minnist er tann menniskjansliga síðan av manninum. Hvussu blíður hann altíð var, hansara ynski um altíð at gera sítt besta og ongatíð at lata frá sær nakað hálvgjørt verk. Tað eru átta ár síðani eg gavst á Grannskoðaravirkinum. Men fyrstu árini aftaná kom eg av og á inn á gólvi hjá teimum. Har hitti eg sjálvandi eisini Andrias. Fyri fýra árum síðani flutti eg uttanlands, so síðani tá havi eg bert fylgt við frástøðu. Sjúkan kom snýkjandi inn á hann, men seinastu tíðina havi eg skilt, at hon veruliga fekk valdið á honum. Tað hevur verið ein tung tíð, bæði fyri hann og hansara avvarðandi, konu og døtur og abbabørn. Men eg havi skilt, at hann eisini nú bar lagnuna við tolsemi, sama tolsemi, sum eisini var hansara sermerki í hansara bestu manndómsdøgum.
Tað er við takksemi og virðing eg minnist mín góða vin og arbeiðsfelaga Andrias Samuelsen, og má Harrin, sum var hansara álit, styrkja tykkum, sum eftir sita. Tey góðu minnini kann eingin taka frá tykkum.
Jógvan Sundstein