info
Ongi úrslit

Andrias: Eg skal blíva betri enn Jóan Símun

Manslandsliðið: Andrias Edmundsson skjýtur í skemti við skørpum eftir elsta beiggjanum

Tróndur Arge
15. november 2022 kl. 20:57

Myndin er ikki tøk

Andrias Edmundsson er ein sjey spælarum, sum eru við á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Her á in.fo fara vit at læra teir sjey betri at kenna. Vit byrja við Andriasi Edmundsson.

Miðverjin er úr fótbóltsfamilju, har eldru beiggarnir, Hákun og Jóan Símun, báðir eru fótbóltsspælarar. Hartil var pápin, Edmund Jacobsen, tiltikin stríðsmaður á besta liðnum hjá B68, sum vann FM í 1984 og 1985.

Hann er uppvaksin í B68 og hevur spælt eitt ár í NSÍ. Á ungum aldri fór Andrias Edmundsson til Sunderland í Onglandi, har hann spældi í trý ár. Nú er hann á triðja ári í Águilas FC, sum spælir í fimt bestu deildini í Spania.

Andrias Edmundsson hevur verið skaddur síðani desembur í fjør, men er nú komin fyri seg. Tað hevur tó ikki eydnast at vinna sær pláss á liðnum. Liðið flutti niður í fjør, sum var ein ólukka fyri felagið. Nú er nýggjur venjari og fleiri broytingar á liðnum.

- Vit eru stórfavorittar at flyta uppaftur. Eg havi sáttmála til í summar, men eg havi ikki spælt í seinastuni. Nú eri eg opin fyri øllum møguleikum, sigur Andrias Edmundsson.

Toftamaðurin er ein kropsligur miðverji, ið eisini dugur at hava bóltin fyri føturnar á sær. Hann er høgur og tað er eisini ein fyrimunur fyri ein miðverja.

- Málið hjá mær er at blíva betri enn Jóan Símun, tí so havi eg klárað tað væl. Hann spældi nakrar dystir í Bundesliguni, so fyri at klára tað skal eg spæla nakarar dystir í La Liga, heldur Andrias skemtiliga fyri.

At talan er um eitt skemtiligt skot kemur til sjóndar, tá stóri toftamaðurin verður spurdur um hvørjar fyrimyndir hann hevur á landsliðnum.

- Tað er Jóan Símun. Um eg skal nevna nakran annan, so er tað Gunnar Nielsen. Eg minnist at eg eftir ein dyst vildi hava málmandshandskarnar hjá honum. Teir fekk eg og eg eigi teir enn. Eg kann eisini nevna Atla Gregersen. Tað var serliga mátin hann var upp á sum hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, sigur Andrias Edmundsson.

Føroyar spæla í morgin klokkan 17 móti Kekkia. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.

##ms##

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tryggjar skúlin stættasamfelagið?

0 minuttir síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann stórsigur á VÍF

15 minuttir síðan
Tíðindi

SpaceX fangaði Star­ship úr luft­ini á fyrsta sinni

27 minuttir síðan
Tíðindi

1.500 migrant­ar komu til Kanariu­oyggj­ar í gjár

1 tími síðan
Tíðindi

Mæla frá at geva komm­un­um heim­ild at av­marka stutt­tíðar­leigu

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Populisman tapti tíbetur í USA

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Minningarorð

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

3 tímar síðan
Tíðindi

Estland steing­ir øll markna­lið til Russ­lands

3 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg vann seg trygt víðari í EHF European League

4 tímar síðan
Tíðindi

Menn í masku rændu handil við savn­ara­kort­um í Lyngby

4 tímar síðan
Fótbóltur

Jóhanna vann á Áslu í seinasta leikumfarinum

5 tímar síðan