Andrias Høgenni varð í gjár heiðraður við tignarligari virðisløn á filmfestivali í Cannes fyri stuttfilmin hjá sær Ikki illa meint. Søgan um framleiðsluna til hendan filmin er rættiliga stuttlig, tí framleiðslan var merkt av tilvild, rumbli og nervøsiteti.
Upprunaliga skuldi Andrias Høgenni nevniliga gera ein heilt annan film. Hesin snúði seg um eina hønu, sum fekk vit, fimm dagar áðrenn hon skuldi slaktast.
- Vit høvdu gjørt avtalu við ein ídnaðarhøsnagarð í Tønder við 4000 høsnarungum. Alt var klárt og fyrireikað, men tríggjar vikur áðrenn vit skuldu filma, kom Fødevarestyrelsen við ávaring um fuglakrím, sum gjørdi, at framleiðslan mátti flytast. Vit royndu at flyta framleiðsluna til Týsklands, men orsakað av smittusonuni var ikki møguligt at flyta framleiðsluna har til, greiðir Andrias Høgenni frá.
- Eri takksamur fyri fuglakrím
Tað gjørdi, at føroyski filmsleikstjórin var noyddur til at hugsa skjótt og finna uppá eina nýggja søgu upp á bara tríggjar vikur.
- Tá var eg øgiliga nervøsur og bangin. Eg helt ikki, eg fór at klára at gera ein film upp á so stutta tíð. Men vit kláraðu tað. Bara at gjøgnumføra var ein sigur í sjálvum sær, sigur hann.
- Tí er tað so øgiliga løgið at standa her nú og hava fingið hendan heiðurin. Eg havi ongantíð verið so takksamur fyri fuglakrím sum nú, tí uttan fuglakrím hevði eg ikki gjørt hendan filmin.
Les longri samrøðu við Andrias Høgenni um Cannes í Vikuskiftis Sosialinum.