Andrias: Ikki ordiliga nøgdur

U17: Andrias Edmundsson er ikki heilt nøgdur við javnleikin móti Kýpros

Fríggjadagin eydnaðist U17-landsliðnum við dreingjum at spæla javnleik 0-0 ímóti Kýpros. Eitt gott úrslit, men alíkavæl er Andrias Edmundsson ikki ordiliga nøgdur við tað eina stigið.

 

- Teir vóru væl fyri tekniskt, og dugdu væl at leggja trýst á okkum. Teir høvdur eisini bóltin nakað meir enn vit, men eg haldi ikki, at teir nakrantíð blivu ordiliga farligir frammanfyri okkara mál. Samanumtikið haldi eg at vit høvdu teir størri kjansirnar, og tí eri eg bara hampuliga væl nøgdur við tað eina stigið ímóti Kýpros, sigur Andrias Edmundsson, vinstri bakkurin á U17-landsliðnum við dreingjum.

 

Eftir tvey umfør í næstu innleiðandi EM-undankappingini fyri U17-dreingir, er støðan tann, at um føroyska liðið vinnur seinasta dystin, sum er ímóti Slovakia, samstundis sum Írland ikki tapur ímóti Kýpros, so fara Føroyar, saman við Írlandi, til EM-endaspælið í summar.

 

- Dysturin ímóti Slovakia verður avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva. Men vit halda fokus, og trúgva uppá, at tað ber til, sigur Andrias Edmundsson við heimasíðuna hjá FSF.

 

Vinnarin í bólkinum fer beinleiðis víðari til EM-endaspælið, og harafturat sleppa sjey teir bestu 2’ararnir í teimum átta bólkunum, sum eru í næstu innleiðandi kappingini, eisini við til endaspælið.

 

Úrslit:

Írland – Føroyar 4-0

Slovakia – Kýpros 2-1

Kýpros – Føroyar 0-0

Slovakia – Írland 0-1

 

Støðan:

1. Írland 6 stig

2. Slovakia 3 stig

3. Kýpros 1 stig (-1)

4. Føroyar 1 stig (-4)