Kappingin í triðbestu pólsku hondbóltsdeildini verður tikin uppaftur 24. februar, og í dag spældu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir triðseinasta venjingardystin undan seinnu hálvu av kappingini.
Andrias og liðfelagarnir í Chojniczanka tóku á heimavølli móti Jaguar Gdansk, og endaði dysturin við málleysum javnleiki.
Fyrr í dag spældi ein onnur manning hjá Chojniczanka venjingardyst móti Cartusia Kartuzy. Tann dysturin endaði við 5-1 (2-0) sigri til Chojniczanka.
Leygardagin 10. februar spælir Chojniczanka næstseinasta venjingardystin áðrenn kappingin byrjar aftur. Dysturin verður ímóti Stezyca, ið eisini spælir í triðbestu deildini í Pólandi.