– Nei, vit eru ikki tikin upp á ráð hesaferð heldur.
Tað váttar Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, tá vit spyrja hann, um andstøðan hevur verið við í tilgongdini hjá landsstýrinum, nú nýggj koronutiltøk eru sett í verk.
– Løgmaður ringdi til mín ein hálvan tíma fyri tíðindafundin at kunna meg. Eitt er tað, at hann kunnar okkum, men tað merkir ikki, at vit eru við tilgongdini, tí vit hava onga ávirkan á tað, sum verður gjørt og vita tí heldur ikki, um tað er nakað, ið vit kundu gjørt betur, sigur hann.
Í eitt nú Danmark er vanligt, at stjórnin ger semju við andstøðuna, áðrenn slíkar tíðindafundir, so politiska skipanin stendur saman. Men soleiðis verður ikki gjørt í Føroyum.
Aksel V. Johannesen sigur, at formenninir í andstøðuflokkunum hava verið við á onkrum einstøkum fundum síðsta summar, har farsóttarnevndin var við, og har tey fingu høvi at siga sína meining. Men síðani tá hava tey bara verið kunnað á síðulinjuni.
Hann sigur seg taka undir við aftur at kanna øll, sum koma til landið. Eisini at avmarka náttarlívið, og at senda skúlabørnini heim.
– Men tað kann tykjast eitt sindur løgið, at børnini ikki skulu heim fyrr enn um eina viku, tá tey, sum løgmaður sigur, eru motorurin í smittuni, heldur løgmaður, sum reiðiliga skilur ta avgerðina.